Bjartskygni í ES

Ein nýggj kanning hjá ES-nevndini vísir, at bæði einstaklingar og vinnufyritøkur hava góðar vónir um, at búskaparviðurskiftini í teimum 16 evrulondunum fara at batna. Sambært nevndini hevur álitið á búskapin ikki verið so stórt teir seinastu 19 mánaðirnar sum nú.

Kanningin vísir, at tað eru serliga italiumenn og bretar, sum hava fingið betri vónir um framtíðina. Í Spania gongur tað harafturímóti hinvegin.

ES-nevndin sigur í sínari niðurstøðu, at størri eftirspurningur hevur givið størri virksemi í ídnaðinum, og at tað er serliga vøkstur í ídnaðinum, sum fólk seta sítt álit á.