Áhugin var sum vera man stórur undan dystinum mikukvøldið á Tórsvølli millum Føroyar og Danmark. Reint ítróttarliga er áhugin stórur, men orsøkin er eisini hon, at tað er eitt ávíst politiskt undirspæl í hesum dysti. Vit spurdu tí til stuttleika nakrar av okkara fyrrverandi løgmonnum, núverandi løgmann og varaløgmann, hvat teir væntaðu sær av dystinum, um teir vóru til staðar á Tórsvølli, og um teir løgdu nakað politiskt í dystin.
Jógvan Sundstein: Eg vænti, at endaliga støðan gerst 2-1 til Føroyar. Eg haldi, at møguleikin er altíð til staðar fyri einum sigri, og eg ætli mær eisini at hyggja at dystinum á Tórsvølli.
Todi Jónsson segði herfyri í eini samrøðu við við danska blaðið BT, at tað hevði verið hansara størsta fótbóltsupplivilsi, um hann vann á dønum, og tað eri eg samdur við honum í.
Eg leggi ikki nakað serligt politiskt í dystin, men tað hevði verið ómetaliga stuttligt, um føroyingar megnaðu at vinna.
Atli Dam: Eg tippi 3-1 til Danmark, og eg ætli mær sjálvur at hyggja at dystinum.
Eg haldi ikki, at eg leggi meiri í henda dystin enn nakran annan dyst, sæð frá politisku síðuni, men við at spæla móti liðum, sum á pappírinum eru sterkari enn vit, er hetta ein frálíkur møguleiki hjá føroyska landsliðnum at fáa góða venjing.
Pauli Ellefsen: Eg haldi, at danir síggja ótrúliga bangnir út, so um teir ikki royna at lumpa okkum, kundi tað í hvussu so er enda 1-1.
Eg havi ongantíð tíð at fara at hyggja at fótbólti, so eg verið ikki til staðar á Tórsvølli í kvøld.
Burtursæð frá tí, at eg slettis ikki eri áhugaður fyri fótbólti, so vildi eg ynskt, at vit á hesum øki bankaðu danir sundur og saman.
Anfinn Kallsberg: Eg vænti, at dysturin endar 3-1 til Danmark. Tíverri eri eg ikki í Havn mikukvøldið, so eg fari ikki at hyggja at dystinum.
Eg haldi ikki, at ein eigur at blanda politikk og fótbólt, og ítrótt sum heild, saman. So eg leggi ikki nakað politiskt í henda dystin, hóast tað eru Føroyar og Danmark sum spæla.
Høgni Hoydal: Eg tippi 2-1 til Føroyar, tað er avgjørt mítt ynski fyri dystin í kvøld.
Eg fari heilt víst til dystin, og satt at siga havi eg sjáldan verið so spentur í mínum lívi. Eg var niðri í Parkini í Keypmannahavn í 1990, tá Føroyar og Danmark spældu, og tað var eitt satt upplivilsi, so eg gleði meg avgjørt at hyggja í kvøld.
Ein skal ongantíð politisera ítrótt, men tað er klárt at bæði okkara avrik og okkara úrslit, hava ótrúliga stóran týdning fyri sjálvsálitið hjá føroyingum. Tað hevur eisini stóran mentunarligan týdning fyri tjóðina, men eg vil ikki taka einkarætt uppá okkara fótbóltslandslið sum allir føroyingar eiga, uttan mun til um tey stuðla fullveldi ella ikki.th;uni við tað drúgva fyrireikingarbeiðið, sum er gjørt undan fyrstu loyvisgevningini. Hann vísti á, at tað frá almennari síðu eru gjørdar nógvar fyrireikingar til oljuleiting, ikki bara í Oljumálastýrinum og Jarðfrøðisavninum, men í umsitingini sum heild. Her kann serliga verða nevnt arbeiðið, sum í løtuni verður gjørt í sambandi við tilbúgvingarætlanina. Talan er um eina rættiliga fjølbroytta verkætlan, ið flestu aðalstýrini onkursvegna eru uppí, t.d. verður ætlanin fyriskipað av Vinnumálastýrinum, Fiskimálastýrið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini til havs, Almanna- og heilsumálastýrið av m.a. sjúkrahústilbúgvingini, Løgmansskrivstovan av møguligum lógarbroytingum og millumlandaviðurskiftum, meðan Oljumálastýrið hevur ábyrgdina av tí partinum, sum beinleiðis hevur við frálandsvirksemið at gera. Sum heild gongur hetta arbeiðið væl, men talan er um eina stóra uppgávu, sum krevur gott samstarvsstev millum allar teir luttakandi partarnar segði landsstýrismaðurin.
Áðrenn uppskotið um fyrsta útbjóðingarumfarið varð latið løgtinginum seinasta heyst helt landsstýrismaðurin ein fund við reiðara- og manningarfeløgini, har greitt var frá útboðsøki og væntaðum virksemi. -Tað er sera umráðandi, at vit allatíðina kunna um oljuvirksemið, soleiðis at fiskivinnan og oljuvinnan kunnu samstarva so skynsamt sum møguligt. Ætlanin er tí seinni í heyst at skipa fyri líknandi fundi, har greitt verður frá, hvørjar avleiðingar oljuleitingin, t.e. bæði leitiboringar og seismikkur, kann hava fyri fiskiskap á leiðunum, har leitað verður. Møguliga eigur eitt fast samstarvsforum at verða skipað. Sambært kolvetnislógini skal ein endurgjalds- og skaðabótanevnd setast við umboðum fyri fiskivinnufeløgini og loyvishavarar til oljuleiting. Oljumálastýrið fer at taka stig til, at henda nevndin verður mannað skjótast møguligt.
Sambært kolvetnislógini skal landsstýrismaðurin annaðhvørt ár lata løgtinginum eina frágreiðing, ið skal vera grundarlag undir einum oljupolitiskum orðaskifti á løgtingi. Tá útbjóðingarlógin varð løgd fyri løgtingið í fjør, nevndi Eyðun Elttør, at hon kom ístaðin fyri frágreiðingina, sum av røttum átti at verið løgd fram fyrstu ferð í 1999. Samstundis varð nevnt, at ætlanin var at lata løgtinginum eina frágreiðing, tá leitingarloyvini eru latin. Miðað verður eftir at gera eina frágreiðing, sum kann fevna eitt sindur breiðari enn bara um sjálva loyvisveitingina. Ætlanin er at greiða frá tí sum longu er hent á oljuøkinum, t.d. umhvørviskanningum, granskingarætlanum, útbúgvingum, vinnumenning o.s.fr. Í øðrum londum verður ætlað um ókendu kolvetnisnøgdirnar ? t.e. nøgdir, ið ikki eru staðfestar við boringum ? men nøgdir, sum mettar verða at fjala seg í undirgrundini. Slíkar metingar hava vit higartil ikki gjørt í Føroyum, m.a. tí torført er at ætla um hesi viðurskifti á basaltøkjunum. Frágreiðingin í heyst fer at geva eitt boð uppá, hvørjar kolvetnisnøgdir talan kann vera um í pørtum av føroyska økinum.