HB hevur longt sáttmálan við 21 ára gamla málverjan, Bjarta Vitalis Mørk. Sagt verður úr HB, at nú skal taka kappingina við Teit M. Gestsson í málinum. Hóast sín unga aldur, er talan um ein royndan málmann. Hann nærkast 100 dystum í 1. deild, og hevur spælt 14 dystir í Betri deildini. Harumframt hevur hann umboðað Føroyar á øllum ungdómslandsliðum frá U15 til U21, har hann higartil er skrásettur fyri 20 landsdystir. Og stendur tað til hann, verða tað fleiri dystir í Betri deildini í framtíðini, skrivar HB.fo.
– Eg havi vant við besta liðnum síðani eg var 14-ára gamal. So tað hevur verið ein lang prosess. Sum ungur málmaður er man við fyri at læra, og eg eri so heppin at hava havt ein fantastiskan lærumeistara í Teiti, og fleiri dugnaligum málmansvenjarum, sigur Bjarti V. Mørk við heimasíðuna hjá HB.
At standa í skugganum hjá landsliðsmálmanninum kann tykjast sum ein torfør uppgáva, men Bjarti er ikki bangin fyri at seta sær stór mál.
– Eg føli, at munurin millum okkum er minkaður, og kappingin millum okkum báðar hevur ongantíð verið harðari, enn hon er nú. Eg fari til hvørja venjing við tí fyri eyga at gerast betri, og at leggja trýst á Teit, sigur ungi málverjin.
Sum málmaður er verri at fáa spælitíð, enn hjá útispælarum. Aðrir ungir spælarar verða ofta skiftir inn og fáa 10-15 minuttir. Men soleiðis er ikki við málmonnum. Málmenn verða sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, skiftir út í einum dysti. Og tí ræður tað um, sum málmaður, at taka av teimum møguleikunum tú fær.
– Eg havi fingið nakrar einstakar dystir. Og eg eri glaður fyri hvønn minutt eg fái. So glaður, at eg vil hava meira, sigur Bjarti at enda.
Við undirskriftini er lagt upp til ein enn harðari dyst um málmansplássið komandi ár.