Bjartalíð og Mikkjal vunnu á Meinhardi

Jóannes Bjartalíð fekk í kvøld debut fyri Fredrikstad í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Føroyingauppgerð var í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen tóku ímóti Fredrikstad, ið hevði Jóannes Bjartalíð í hópinum, og sum hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara.

 

Fredrikstad vann dystin 1-0. Sigursmálskjútti hjá Fredrikstad gjørdist Mads Nielsen tá 73 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Jóannes Bjartalíð slapp á vøllin fyri Fredrikstad tá 69 minuttir vóru farnir av dystinum, og fekk sostatt sína debut í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Fredrikstad er triðfremst við sjey stigum. Ranheim er fremst í deildini við níggju stigum.

 

Mjøndalen er triðaftast í deildini við einum stigi.

 

Komandi sunnudag verður aftur føroyingauppgerð í deildini, tá Fredrikstad tekur móti Gullbrandi Øregaard og liðfeløgunum í Sandnes ULF.

 

Komandi leygardag tekur Mjøndalen móti Kristiansund á heimavølli.