Bjartalíð og Brandur møta toppliði í steypakappingini

Spennandi uppgáva bíðar Fredrikstad mikukvøldið 7. juni

Ígjár syrgdi Jóannes Bjartalíð fyri, at Fredrikstad vann seg víðari í norsku steypakappingini, tá hann væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði sigursmálið til 1-0 móti Ørn-Horten.

 

Mikukvøldið 7. juni bíðar ein stór uppgáva hjá venjaranum, Mikkjali Thomassen, Jóannesi og Brandi H. Olsen á heimavølli í steypakappingini.

 

Tá kemur toppliðið, Viking Stavanger á vitjan í Fredrikstad. Viking er í løtuni fjórðfremst í bestu deildini.

 

Mennirnir hjá Mikkjali hava verið sera stinnir at halda málið reint í fleiri dystum, og so er spurningurin um tað fer eydnast ímóti Viking eisini. 

 

##med2##