Bjartalíð flongdi NSÍ

Stjørnuskotið hevur sparkað oddasessin aftur til Klaksvíkar og er hetjan á Norðoyastevnu.

 

Tað var stúvað av fólki við Djúpumýru í dag, har oddadystur var ímillum KÍ og NSÍ. Hetta var samstundis eisini stevnudystur, av tí at Norðoyastevna er. Við einum sigri hevði KÍ lagt seg á odda aftur í Effodeildini, meðan eitt tap hinvegin hevði merkt, at NSÍ hevði farið framum klaksvíkingar.

 

Tað var rímiliga javnt í fyrra hálvleiki, men tað var eitt brotsspark, sum kom at vera avgerandi. Tað var Sørmundur Kalsø, ið varð feldur í brotsteiginum, og brotssparkinum tók Jóannes Bjartalíð sær av og legði KÍ á odda 1-0, sum eisini var støðan í hálvleikssteðginum.

 

Eitt korter var farið av seinna hálvleiki, tá ið sami Jóannes Bjartalíð økti til 2-0. Hetta var eftir gott upplegg frá Hjalgrími Elttør. Tíggju minuttir seinni fullførdi 19 ára gamla stjørnuskotið sítt hattrikk, tá ið hann smoygdi sær inn um NSÍ-verjuna og setti bóltin hegnisliga í málið til 3-0.

 

NSÍ hevði sum heild ógvuliga lítið at bjóða upp á í seinna hálvleiki, og nøkur sekund áðrenn vanliga leiktíðin var farin, fullførdi Páll A. Klettskarð eyðmýkingina av NSÍ, tá ið hann gjørdi tað til 4-0. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og nú er KÍ aftur oddalið í Effodeildini.

 

KÍ – NSÍ 4-0 (1-0)

1-0: Jóannes Bjartalíð, 18. (br.)

2-0: Jóannes Bjartalíð, 60.

3-0: Jóannes Bjartalíð, 70.

4-0: Páll A. Klettskarð, 90.