Hvonn Live er í gongd og har hava tey heiðrað Ársins málverja hjá kvinnum, sum er Bjarta Johansen frá B36.
- Eg gangi út frá, at eg geri okkurt rætt. Eg gangi høgt upp í tað og havi góðar liðfelagar, segði hon, tá hon tók í móti heiðrinum.
Bjarta Johansen frá B36 gjørdist eisini Ársins málverji í fjør. Í ár vann hon kappingina í móti Moniku Biskupstø úr KÍ og Ninu Davidsen frá HB.