Bjarnir á flogi

Í síðstu viku vóru tvey russisk bumbuflogfør inni í íslendskum loftøki. Talan var um tvey flogfør av slagnum TU-9. 5 ella tvær sokallaðar Bjarnir Morgunblaðið skrivar, at flogførini komu inn í íslendskt øki í landnyrðing úr landinum. Haðáni flugu tey suður við Eysturlandinum, áðrenn tey settu kós frá landi ímóti føroyskum øki.

Tá flogførini vóru næst Íslandi, vóru tey 50 fjórðingar úr landi.

Sambært Morgunblaðnum gjørdu tey russisku flogførini ikki vart við seg, men íslendsku flogferðslumyndugleikarnir kunnaðu ta sivilu flogferðuna um tey, og hvar tey vóru stødd.