Hondbóltur
Hetta skrivar heimasíðan hjá Kyndli fríggjadagin.
Bjarni sjálvur váttar fyri Sosialinum, at so er, og spurdur um orsøkirnar til hetta, sigur hann:
- Hetta er nakað, sum ljóðar sera spennandi fyri meg. Tað tykist, sum um hoyvíkingar hava stórar ætlanir í ár, og hjá mær er tað spennandi at verða ein partur av hesum.
- Eisini havi eg havt venjaran hjá teimum, Sverra Jacobsen, sum venjara sjálvur, og tað vóru tvey sera góð ár fyri mítt viðkomandi.
- Eg havi havt fimm góð ár í Kyndli, men sjálvur haldi eg, at skal eg royna okkurt annað her í Føroyum, so skal hetta verða nú. Komandi ár rokni eg við at fara til Danmarkar í lestrarørindum, og so fái eg ikki spælt í Føroyum eina tíð, sigur Bjarni at enda.
Júst hvørjar ætlaninar hjá hoyvíkingum eru, dugir Bjarni ikki at siga nágreinuliga, men tað hevur ljóðað, at H71 ætlar at styrkja munandi um hópin til komandi kappingarár.
Tosið hevur gingið um, at felagið skal hava styrk frá fleiri útlendskum leikarum, og við tilgongdini av Bjarna, hava teir í øllum førum tryggjað sær eitt hitt vandamesta álopsparið í landinum. Bjarni varð í fjør næst besti málskjúttin í landskappingini. Tann besta áttu hoyvíkingar sjálvur, og var tað Halgir Dahl Olesen, sum eisini verður í hópinum komandi kappingarár, so tað sær ikki sørt spennandi út hjá hoyvíkingum.










