Bjarni við opnum ørmum

Løgtingsmaðurin Bjarni Djurholm hevur bara rósandi orð um sín nýggja floksfelaga

Ein av royndastu politikarum í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum er sannførdur um, at Janus Rein er eitt ”gott aktiv”, bæði fyri Fólkaflokkin og politisku skipanina sum heild.
Bjarni Djurholm hevur verið løgtingsmaður síðani 1991, umframt at hann hevur verið landsstýrismaður í vinnumálum frá 2000 til 2008.
- Vit fegnast stjórliga um, at Janus Rein hevur tikið avgerð um at gerast partur av tingmanning floksins, sigur Bjarni Djurholm í almennari fráboðan.
Bjarna Djurholm hevur bara rósandi orð um sín nýggja floksfelaga, sum hann í hesum valskeiði serliga hevur arbeitt saman við í Vinnunevndini hjá løgtinginum:
- Janus Rein hevur farnu tvey árini prógvað, at hann er ein dugnaligur og nærlagdur politikari. Ein maður, sum í verki hevur víst, at hann er ein fongur fyri parlamentarisku skipanina. Politikari, sum miðvíst virkar fyri haldgóðum loysnum, sigur Bjarni Djurholm og heldur fram:
- Eg eri vísur í, at allir vinnunevndarlimirnir kunnu vátta, at Janus áhaldandi í nevndararbeiðinum hevur virkað fyri góðum og konstruktivum úrslitum. Umframt sítt politiska positiva virkni, so er Janus við sínum dyggu útbúgvingum sum skipsførari, flogskipari, løgfrøðingur og annað eitt gott aktiv fyri Fólkaflokkin og politisku skipanina í síni heild, sigur Bjarni Djurholm.