Bjarni í Selvindi, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í dag á útivølli móti Halden í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Halden vann dystin 27-24. Í steðginum var Kristiansand á odda 14-13, men tíverri gekk ikki líka væl hjá Kristiansand í seinna hálvleiki.
Tó gekk framúr væl hjá Bjarna í Selvindi. Bjarni gjørdist toppskjútti hjá Kristiansand við sjey málum. Harumframt legði Bjarni upp til tvey mál.
Kristiansand er aftast í deildini við bert tveimum stigum fyri sjey dystir.
Komandi fríggjakvøld spælir Kristiansand á útivølli móti Elverum.
Liðið sum Sonni Larsen venur, Viking TIF tapti uttan føroyska landsliðsmálverjan, Nicholas Satchwell greit 25-36 (12-17) fyri Kolstad, ið er næstfremst í deildini.
Viking TIF er næstaftast í deildini við trimum stigum.
Mikukvøldið 25. oktober tekur Viking TIF móti Runar á heimavølli.