Billard
Tíðindaskriv
?Hetta er eitt tann besta løtan í lívinum segði tann ungi billardspælarin úr Havn, tá hann leygadagin í Klaksvíkar Klubba syfti billardkempuna úr Klaksvík, Krisjan Suna Høgnesen, sum hesi seinastu árini hevur vunnið eina kapping fyri og aðra eftir, bæði FM fyri staklingar og Haldor Holm Cup.
Hesaferð var tað Bjarni, sum hevði eydnuna við sær umframt tað besta spælið sjálvandi. Men munurin var lítil, tá avtornaði. Bjarni vann við 4 eygum í eini kapping við fýra dystum, har hann endaði við einum úrsliti uppá 2164 eygu ella 27,05 í meðal. Eitt framúr gott úrslit og ein varði í billardspælinum hjá tí unga Kaggaspælaranum. Hann hevur tó verið sera frammaliga í kappingum og hevur vunnið lið-FM fyri sítt felag.
Spenningur var til tað allar seinasta stoytið, tá Bjarni hevði eitt rættiliga svart upplegg, men hóast nervarnir vóru á "højkant", so megnaði hann at spæla ein sera torføran reyðan bólt, sum gav honum sigurin. Haldor Holm Cup er sjálv byrjanin uppá billardárið, og tá møtast teir 6 bestu spælararnir frá undanfarna kappingarári. Tann, sum fær flest eygu í fýra dystum, er vinnari.
Nr. 2 gjørdist Krisjan Sune Høgnesen. Hann hevði eisini sera høgt meðaltal, 27.00. Nr. 3 gjørdist Ólavur Kjølbro við 20,68 eygum í meðal, nr. 4 varð Sonhard Johannesen við 20.38 eygum og nr. 5 Jan Müller við 19.28 eygum í meðal. Jan hevði hægsta einstaka umfarið í kappingini uppá 166 eygu. Besta einstaka spælið átti Bjarni Skaalum við 704 eygum.
Verandi føroyameistari, Henrik Petersen skuldi eisini vera við men hann gav avboð. Eisini onnur avboð vóru til kappingina.
Kappast hevur verið um Haldor Holm steypið síðani 1989. Hvørja ferð hevur Føroya Bjór verið sponsor og hevur latið steyp til kappingina.