Bjarni vann FM fyri fyrstu ferð

26 ára gamli Bjarni Skaalum er fyri fyrstu ferð blivin føroyameistari í billard fyri einstaklingar. Hann vann finaluna á fleirfaldað føroyameistaranum Henrik Petersen

Billard

Bjarni Skaalum gjørdi bart í FM-kappingini í billard, sum varð hildin í Havn um vikuskiftið. 26 ára gamli Kaggaspælarin, sum hevur spælt billard seinastu 14 árini, vann fyri fyrstu ferð føroyameistaraheitið fyri einstaklingar.
Hetta hendi í frálíku billardhølunum hjá Havnar Klubba leygardagin, og mótstøðumaður í finaluni varð eingin minni enn "Mr. Billard himself", Henrik Petersen, sum hevur vunnið FM heitið so oftani, at tað er ringt at hava tal á tí. Hesaferð var Henrik ov stuttur.
Hóast tølini ikki vóru av teimum allar bestu, so var talan um eina spennandi og javna finalu. Bjarni fekk 454 eygu og Henrik 418. Í dystinum um 3. plássið gjørdist Niels Nielsen vinnari, til stóra gleði fyri the grand old man í føroyskum billardspæli - faðirin Eirik Nielsen hevur verið ein av okkara bestu spælarum nakrantíð. Hetta er so eisini besta úrslitið hjá Niels higartil og má sigast, at hann nú eisini er við at nærkast toppinum. Hann vann á Carsten Hansen. Dysturin teirra millum var eisini javnur, 474 móti 422 eygum.

Vunnið allar kappingar
Tað var eitt sindur óvæntað, at ein av føroyameistarunum seinastu árini, Krisjan Suni Høgnesen, ikki náddi til endaspurtin. Hann varð útsligin í innleiðandi umfarinum fríggjadagin saman við Jan Müller, Sonhard Johannesen og Jógvan Jørgensen.
Eftir tað vann Bjarni á Niels og Henrik á Carsten, og harvið komu vinnararnir at dystast um 1. og tapararnir um 3. pláss.
Bjarni Skaalum hevur við hesum meistaraskapinum vunnið allar kappingarnar, sum verða spældar her á landi. Hann gjørdist eisini føroyameistari fyri lið í ár saman við liðfeløgunum Steinbirni í Dali og Jan Müller.
Ì aðru deild í billard fyri lið vann Kaggin eisini. Sostatt vunnu kaggamenn allar FM kappingarnar í ár.