Fótbóltur
Tríggir dystir og einki stig. Tað er støðan hjá klaksvíkingum, men teir í KÍ vilja kortini ikki hoyra talan um kreppu:
- Skaðin hjá okkum higartil hevur verið, at vit taptu á Skála. At vit ikki hava fingið nakað burturúr ímóti EB/Streymi og HB hevur ikki verið púra óvæntað, tí hesi bæði liðini eru væl samanspæld og roynd, meðan vit arbeiða við at spæla nýtt lið saman, heldur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.
Hjá KÍ var tað steinur oman á byrðu, at vongspælarin Bjarni Jørgensen, sum hesa ferð hevði útgangsstøðu í vinstru, miðskeiðis í 1. hálvleiki varð koyrdur á sjúkrahúsið, har tað varð staðfest, at annar handliðurin var brotin. Dómurin var, at Bjarni í seks vikur skal hava hondina í gipsi:
- Eg fór upp í roynd at fáa bóltin. Ólavur í Ólavsstovu kom inn undir meg, og tá ið eg fór um koll, royndi eg at taka hondina fyri meg. Tað eydnaðist, men eg slerdi høvdið í, og pínan í hondini var nógv. Tá ið vit komu á sjúkrahúsið, varð staðfest, at einki var hent við høvdinum, og at handliðið var brotið. Tað ber við sær, at Bjarni Jørgensen ikki fær vant saman við liðfeløgunum í seks vikur.
- Tað er sjálvandi ógvuliga harmuligt, men tað er einki at gera við tað, heldur Bjarni Jørgensen, sum iðrar seg um tapið ímóti HB:
- Fyrstu løtuna høvdu vit gott tak á teimum, og tað var uppiborið, at vit løgdu okkum á odda. Eg sá ikki seinnapartin av 1. hálvleiki og 2. hálvleik, men vit taptu, segði Bjarni Jørgensen, tá hann var at hoyra í 3. hálvleiki á Rás2 í gjár.