Bjarni Skaalum 60 ár

Sunnudagin 19. oktober fylti Bjarni Skaalum á Argjum 60 ár

Bjarni er føddur í Keypmannahavn í 1943, sonur Astrid, f. Olsen, av Tvøroyri og Bjørgvin Skaalum, úr Vági.
Bjarni búði á Tvøroyri, til hann sum 12 ára gamal kom út á Argir at búgva.
Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1967 og var lærari á Sankta Frants Skúla í 30 ár, frá 1967-97. Á Sankta Frants Skúla var hann varaskúlastjóri frá 1973-80 og skúlastjóri frá 1980 til 1997, tá hann segði seg úr starvi og fór at rógva út. Síðan 1998 hevur hann verið lærari við Kvívíkar Skúla.
Hann var eina av stovnarunum og gittarspælari í væl umtókta orkestrinum frá 60-unum, Faroe Boys.
Bjarni er giftur við Finnbjørg, f. Joensen, úr Havn, tey eiga trý børn, sum øll búgva á Argjum: Bjørgvin, sum er elektrikari hjá El-mek, Tórun, sum hevur egna frisørsalong á Argjum, og Beinta, sum í løtuni gongur á læraraskúla.
Bjarna dámar væl at vera á floti og brúkar nógv av síni frítíð í bátinum, sum hann eigur saman við svágrinum.