Bjarni Olsen er stjóri á Hagstovu Føroya. Hann er 45 ár og hevur útbúgving sum cand. scient oecon. Eftir loknan lestur í 1983 starvaðist Bjarni eitt skifti á Danmarks Statistik og á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Heimafturkomin til Føroya í 1985 starvaðist hann fyrst eitt ár hjá Landsverkfrøðinginu og árini 1986-88 sum fulltrúi í Landsstýrinum. Hann varð settur sum stjóri á Hagstovuni 1. september 1988. Harumframt er Bjarni formaður í Búskaparráðnum og hevur eisini verið sera virkin í nevndararbeiði. Bjarni er giftur og eigur trý børn. Hann býr í Havn.
Petur Zachariassen, formaður í umstjónarráð Sparikassans sigur, at enn er ikki endaliga avgjørt, nær Bjarni Olsen tekur við starvinum sum stjóri í Føroya Sparikassa.
Marner Jacobsen hevur verið stjóri í Sparikassanum, men tá Eyðun á Rógvu Olsen legði frá sær, varð Marner Jacobsen settur sum forstjóri. Marner Jacobsen varð útnevndur til varastjóra í Sparikassanum 1. januar 1997 og til stjóra 9. oktohber 1998.
Hann tekur við starvinum sum forstjóri 1. mars 1999.