Lánsveitan
Annar av stjórunum í Føroya Sparikassa og fyrrverandi formaðurin fyri búskaparráðið, Bjarni Olsen, kennir til tankan um lán við fastari rentu. Hann sigur tó, at Føroya Sparikassi ikki kemur við einum líknandi tilboðið í allarnærmastu framtíð, men teir fylgja væl við, hvat kappingarneytarnir gera, sum hann tekur til.
?Marknaðuri í Føroyum er ein heilt annar, enn hann vit kenna úr Danmark, og sostatt hevur ikki verið ráðiligt at geva eitt tílíkt tilboð, sigur Bjarni Olsen.
Í løtuni bjóðar Føroya Sparikassi bert ávísum vinnukundum lán við fastari rentu.
?Ein skipan við fastari rentu hevur síni plus og síni minus. Tað kann vera ógvuliga gagnligt við einari tílíkari fastarirentuskipan, men tað kann eisini vera gott at kunna stýra búskapinum við skiftandi rentu. Tað finst einki einfalt svar upp á tann spurningin, sigur Bjarni Olsen.
Stjórin í Føroya Sparikassa kennir ikki nógv til, at fólk spyrja eftir lánum við fastari rentu, men hann nevnir, at teir sjálvandi hyggja eftir møguleikunum at bjóað eina tílíka lánsskipan, sum Føroya Banki nú ætlar sær at bjóða.