Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg skulu saman við liðfeløgunum í Vali royna seg í EHF European League.
Valur tapti í kvøld 24-32 fyri Vinkovci í Kroatia. Men tað var lukkutíð akkurát nóg mikið hjá Vali.
Valur vann fyrra kvalifikasjónsdystin 34-25 heima í Reykjavík, og vann sostatt samanlagt 58-57.
Í steðginum í dystinum í Kroatia var Valur aftanfyri 10-19. Men teir reistu seg í seinna hálvleiki, og vunnu seinna hálvleik við einum máli.
Bjarni var enn eina ferð toppskjútti hjá Vali. Í kvøld skoraði Bjarni sjey mál. Allan skoraði tvey mál.
Frammanundan hava Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl, Elias Ellefsen á Skipagøtu, og Jóhan á Plógv Hansen við sínum liðum, Sävehof, THW Kiel, og Flensburg-Handewitt tryggja sær pláss í bólkaspælinum.