Hetta er fyrsta skeiðið hjá Bjarna Johansen sum borgarstjóri í Vágs kommunu, og sum heild heldur hann, at tað gongur væl í Vági. - Vit hava eisini væl av vinnuligum virksemi í Vági, sigur hann.

Bjarni letur væl at gongdini í Vági

- Sjálvandi kundu vit hugsað okkum ein veruligan fólkavøkstur, men tá lítil tilflyting er, og tað dettur burtur av í eldra endanum, skal nakað til bara fyri at halda tørn, sigur Bjarni Johansen.

 

Hetta er fyrsta skeiðið hjá Bjarna Johansen sum borgarstjóri í Vágs kommunu, og sum heild heldur hann, at tað gongur væl í Vági. - Vit hava eisini væl av vinnuligum virksemi í Vági, sigur hann.

Bjarni Johansen situr sítt fyrsta skeið sum borgarstjóri í Vágs kommunu, og vit hava spurt mannin, sum nú stendur á odda fyri kommununi, hvussu gongur.

- Eg haldi, at tað gongur væl. Hyggja vit eftir skattainntøkunum higartil í ár, so eru tær væl størri enn seinnu árini – og størri enn mettar í fíggjarætlanini fyri hetta árið.  

Skattainntøkurnar nú eru á støðið við tað, tær vóru nøkur ár herfyri.

- So, vit kunnu bara vera væl nøgd við gongdina í so máta, sigur hann.

Bjarni Johansen fegnast eisini um, at barnatalið í skúlanum og á dagstovninum er veksandi – um tølini enn ikki eru so stór. 

- Sjálvandi kundu vit hugsað okkum ein veruligan fólkavøkstur, men tá lítil tilflyting er, og tað dettur burtur av í eldra endanum, skal nakað til bara fyri at halda stand.

Seinastu tíðina eru eini tvey nýggj sethús komin upp í Vági, og í løtuni verður grivið út fyri einum sethúsum aftrat.

 

##med2##

 

Borgarstjórin heldur, at tað er optimisma í Vági.

- Vit hava væl av vinnuligum virksemi. Her eru tríggjar rímiliga stórar smiðjur, sum allar hava lærlingar. Tað eru Tangavirkið, Rock Trawldoors og Vágs Skipasmiðja. Vit hava eisini el-veitarar og aðrar veitarar, sum hava hampiliga fitt at gera. 

Vágs kommuna fær eisini nakað burtur úr laksavirkseminum hjá Bakkafrosti.

- Tað hevur verið nógv at gjørt á kryvjivirkinum í Vági. Í løtuni er ein stuttur steðgur, men lagt verður til brots aftur fyrsta dagin. Her verður laksurin blóðgaður, kruvdur og pakkaður. 

Eini 40-50 fólk arbeiða á virkinum í Vági, tá mest er at gera, og umframt arbeiðsfólkini, eru eisini maskinfólk á virkinum. 

Bakkafrost hevur aling og nakrar landstøðir í Suðuroy, og hetta gevur inntøkur kring um í oynni.

Tað kemur annars ikki nógvur botnfiskur upp á land í Vági longur, men her eru nakrir smærri útróðrarbátar, kanska einir fimm í tali, sum rógva út, tá líkindi eru.

- Fiskurin fer gjarna til Delta Seafood, sum hevur virksemi og góðkenda innvigingarskipan á Tvøroyri, sigur Bjarni Johansen.

 

Tað er eingin loyna, at Vágur sum býur er vorðin kendur í Suðuroy – serliga fyri fólk, sum koma norðan eftir – fyri sína Páls Høll og Marghøll.

- Jú, tað er rætt, at báðar hallirnar draga nógv fólk til sín, og tað fegnast vit sjálvsagt um.  

Marghøllin hevur fingið nýggja hoppiborg, sum børnunum dámar væl at spæla á, og eftir ætlan fær høllin eina hoppiborg aftrat. 

- Í Páls Høll hevur verið fitness í nøkur ár, men her verður fitness-parturin útbygdur munandi í næstum. 

Seinni í ár verður tað Styrki Fitness, ið fyritøkan kallast, sum fer at reka fitness-virksemi í Páls Høll, og samstundis verða hølisviðurskiftini tvífalt so stór, sum tey eru í dag.

- Sum eg havi skilt, verða eisini allar maskinurnar hjá nýggja útbjóðaranum nýggjar, leggur Bjarni Johansen aftrat.

 

Í Vágs kommunu hava tey eisini arbeitt við at gera ferðsluna kring skúlan í Vági tryggari.

- Hetta er nakað, sum tosað hevur verið um í nógv ár, men nú verður ferðslan betur skipað, bæði niðan fyri og oman fyri skúlan. Tað er nógv ferðsla eftir høvuðsvegnum, og tað er serliga, tá børn verða sett av og tikin uppí, at vandar kunnu standast.

Borgarstjórin sigur, at fólk eru fegin um broytingarnar.

- Jú, eg haldi, at fólk eru ógvuliga fegin um, at børnini nú kunnu vera tryggari, tá tey fara og koma úr skúlanum. 

Tað eru fá ár síðan, at Vágur fekk næmingaheim, og her er fullsett við 48 næmingum, nú undirtøkan á Ítróttarháskúlanum er so stór. 

- Tað er fantastiskt at síggja, at so mong leita sær til Vágs á Ítróttarháskúla, og tað er stuttligt at síggja hesar næmingar kring um í bygdini – og viðhvørt úti á vánni í einari kajakk.

Bjarni Johansen vísir á, at Bústaðir júst hava bygt seks lutaíbúðir í Vági, men enn er støða ikki tikin til, hvør fer inn her at búgva.

 

##med3##

 

 

 


 

 

Hetta er fyrsta skeiðið hjá Bjarna Johansen sum borgarstjóri í Vágs kommunu, og sum heild heldur hann, at tað gongur væl í Vági. - Vit hava eisini væl av vinnuligum virksemi í Vági, sigur hann.