Tað vóru tvey lið við tveimum stórskjúttum, ið møttust í dysti í Burn mansdeildini í høllini á Hálsi í Havn í kvøld, tá Kyndil og StÍF møttust.
Brian Slyne skoraði heili 12 mál fyri Kyndil, og Bjarni í Selvindi skoraði heili 11 mál fyri StÍF.
Hóast Brian hevði munin teirra millum, so var tað seinasta málið hjá Bjarna í seinasta sekundi, ið gjørdist munurin millum liðini. Í teimum doyggjandi sekundunum skoraði Bjarni til 32-31 til StÍF, og so kundu strandingar koyra stutta teinin inn aftur á Strendur við tveimum stigum.
Kyndil var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og vóru teir grønu á odda 18-12 í steðginum. Kyndil kom upp á 20-12 áðrenn grús kom í maskinaríið. Tá 52 minuttir vóru farnir vóru strandingar komnir uppá javnleik 25-25, og endaðu strandingar við at fara við øllum.
Sigurin hálaði StÍF upp á fimm stig. Aftast eru Neistin og Kyndil við tveimum stigum.
Kyndil-StÍF 31-32 (18-12)
Kyndil: Brian Slyne 12, William S. Nolsøe 6, Ovi Lützen 5, Tummas Jákup Sørensen 4, Bogi Mikkelsen 1, Jóan Pauli Patursson 1, Joakim Jürs 1, Jákup Jørgensen 1.
StÍF: Bjarni í Selvindi 11, Pætur Johansen 5, Trúgvi Hávardsson 4, Tummas Simonsen 3, Djóni Petersen 3, Steinar Prestá 2, Egill Már Hjartarson 1, Dávid Danielsen 1, Hendrikur Davidsen 1, Eli Gærdum 1.
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| VÍF | 7 | 205 | 185 | 20 | 13 |
| KÍF | 7 | 207 | 187 | 20 | 12 |
| H71 | 7 | 188 | 184 | 4 | 7 |
| TEAM KLAKSVÍK | 7 | 200 | 198 | 2 | 7 |
| STÍF | 7 | 211 | 215 | -4 | 5 |
| NEISTIN | 6 | 156 | 185 | -29 | 2 |
| KYNDIL | 7 | 175 | 188 | -13 | 2 |











