Bjarni hevur longu tølini

Annlis Bjarkhamar skilir ikki reiðiliga, at Bjarni Djurholm setir fíggjarmálaráðharranum ein fyrispurning. Tingmaðurin fyri Fólkaflokkin hevur longu tølini.

Annlis Bjarkhamar frá átakinum 'Í menniskjum góður tokki' fegnast um, at Bjarni Djurholm sýnir áhuga fyri at fáa tølini fyri stakar uppihaldarar útgreinað, men skilir ikki reiðiliga, at hann setir fíggjarmálaráðharranum ein fyrispurning. Annlis vísir nevniliga á, at tingmaðurin fyri Fólkaflokkin longu hevur tølini.

 

- Politiska skipanin hevur havt útmerkað tøl frá Hagstovuni í fýra ár, sum greitt vísa, at tey eru 1.326 børn, sum eru í fátækraváða. Hóast politikararnir hava tølini, so hava vit ikki sæð, at nakað verður gjørt við støðuna, sigur hon.

 

Annlis finst eisini at dømunum, sum Bjarni Djurholm brúkar nú, og Annika Olsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, brúkti í Kringvarpinum á altjóða barnarættindadegnum. Sambært henni, so hava tey tikið fram dømi, har familjurnar hava bestu umstøðurnar.

 

Les eisini: Vil hava veruleikan á borðið

 

- Annika Olsen og Bjarni Djurholm vísa til dømi, sum fevna um familjurnar, ið eru best fyri av teimum støku uppihaldarunum – tey sum eru á forsorg við tveimum børnum, og eru búsitandi í Havn. Eingin av familjunum í hesum bólkinum varð at finna millum umsøkjararnar til jólahjálpina frá Í menniskjum góður tokki, sigur Annlis Bjarkhamar.

 

Sambært henni, so eru tað eingir av umsøkjarunum, sum hava 15.000 krónur eftir, eftir skatt, umframt, at serstakliga illa stendur til hjá teimum meinast raktu, sigur hon og vísir til samrøðukanning, sum varð gjørd fyri tveimum árum síðani.

 

- Vit gjørdu samrøður við børnini, sum liva í hesum veruleikanum fyri tveimum árum síðani. Tá ið eg nú leitaði kanningina framaftur, sá eg, at helmingurin av børnunum eru nú flutt úr Føroyum – útilokandi vegna vánaligu fíggjarligu umstøðurnar, sigur hon.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Annlis Bjarkhamar