Á einum av mest háttvirdu, gomlu universitetum í USA gongur 21 ára gamli argjamaðurin Bjarni Rasmussen. Síðan í summar hevur hann verið ein av teimum 500 lesandi á Wharton School, ið er búskaparskúlin á the University of Pennsylvania, har hann lesur handils- og fíggjarbúskap við eini undirgrein í marknaðarførslu og sálarfrøði.
Skúlin bleiv settur á stovn av Joseph Warton í 1881 og er millum annað kendur fyri at vera tann skúlin, ið hevur framleitt flest milliardingar í USA. Millum fyrrverandi lesandi á skúlanum eru mætir persónar sum ígongdsetarin Elon Musk, ið er stjóri og uppfinnari av Tesla, SpaceX og PayPal, íleggjarin Warren Buffett, sum við sínum 84,9 milliardum dollarum verður av Forbes mettur at vera 3. ríkasti maður í heiminum, Sundar Pichai, stjóri í Google, og Donald J. Trump, 45. forsetin í USA.
Millum professararnar á universitetinum eru eisini kend nøvn at síggja, harímillum Joe Biden, ið best man vera kendur frá hansara tíð sum varaforseti hjá Barack Obama, og Jeb Bush, beiggi George W. Bush, ið var millum valevnini, ið taptu republikansku tilnevningina til forseta móti Donald J. Trump.
Og tað var júst møguleikin at fylgja slóðina hjá nøkrum av sínum fyrimyndum, ið var ein av orsøkunum til, at 21 ára gamli argjamaðurin valdi at royna at koma inn á skúlan í Philadelphia. At byrjan við var talan tó um ein dreym, ið tóktist nærum ómøguligur fyri ungan mannin, ið sat í Hoydølum og leitaði eftir skúlum.
- Frá tí eg gekk fyrsta árið í Hoydølum og byrjaði at hyggja eftir skúlum kring heimin, hevur Wharton School of Business verið ein fjarur dreymur hjá mær. Við fyrimyndum sum Elon Musk og Warren Buffett millum fyrrverandi næmingar, topp skoðsmál á øllum listum yvir handilsskúlum ár eftir ár, og heitið sum elsti handilsskúli á bachelor-stigi í heiminum, hevur Wharton altíð verið ómetaliga bergtakandi í mínum huga, greiðir hann frá, tá hann skal lýsa hví valið fall á júst Wharton School of Business.
Við sínari støðu sum ein Ivy League skúli er Wharton School of Business ein av teimum universitetum, ið mangir næmingar kring allan heimin droyma um at ganga á og Bjarni Rasmussen var eisini full greiður yvir, at hann ikki var einsamallur í hesi tráan eftir at teljast millum næmingarnar á Wharton School of Business.
- Skúlin tekur einans umleið 500 næmingar árliga, so eg havi altíð verið reellur við mínum vónum og hugt at øðrum møguleikum. Men tá eg so fekk boð um, at eg varð sloppin inn var eingin ivi. Hetta var ein ov gyltur møguleiki at siga nei til, sigur Bjarni Rasmussen.
Í stóra lestrarblaðnum, sum verður borið út í hvørt heim í morgin, sum partur av Sosialinum, er ein long samrøða við Bjarna Rasmussen um lívið í USA, skúlagongdina og framtíðarætlanir hansara.