Bjarni Hammer hevur júst boðað Løgtinginum frá, at hann fer í farloyvi úr sínum starvi sum løgtingslimur.
Tað var mánadagin í hesari vikuni, at Sosialurin skrivaði um eitt mál, har Bjarni Hammer sigur seg hava tætt tilknýti til ein góðan vinmann, sum plagar at hava ovmikið av hassji við til Føroya. Somuleiðis skrivaði Sosialurin, at Bjarni Hammer segði seg kunna skaffa hassj til ungar kvinnur.
Løgreglan hevur nú málið um hendi.
Bjørg Dam er næst valda tingfólk á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Hennara tíð í Løgtinginum verður tó avmarkað, tí tá Helena Dam á Neystabø kemur aftur úr sínum farloyvi, má Bjørg Dam aftur víkja.
Bjarni Hammer sigur í fráboðanini til løgtingsformannin, at hann boðar sjálvur frá, nær hann kemur aftur úr farloyvi.