Bjarni er nú landsstýrismaður

Á midnátt 28. august tók Bjarni Djurholm við sessinum sum landsstýrismaður í Vinnumálum. Í gjár var hann fyri fyrstu ferð á landsstýrisfundi.

Dagurin í gjár var fyrsti dagurin hjá fólkafloksmanninum Bjarna Djurholm, sum landsstýrismaður.

Bjarni Djurholm tók við landsstýrissessinum eftir at Finnbogi Arge valdi at fara úr landsstýrinum, so hann aftur kundi røkja starvið sum stjóri á Bilasølu síni, P/F Meinhard Arge.

Bjarni Djurholm fekk longu setanarbrævið 18. august, tá tað var greitt, at hann skuldi taka við landsstýrissessinum, eftir at Finnbogi Arge fyri ólavsøku hevði heitt á løgmann um at verða loystur úr sessinum.

Tískil var eingin formlig tilnevning á skránni í gjár, tá Bjarni Djurholm tók við landsstýrissessinum. Í staðin var almenn móttøka í Tinganesi seinnapartin.

Bjarni Djurholm heldur tað ikki vera so torført at taka við eftir Finnboga Arge, tí nógv mál eru loyst seinastu árini, og hann heldur seg hava eitt gott støði at standa á.