Bjarni er nýggjur nevndarformaður

Bjarni A. Bjarnason er nýggjur nevndarformaður í Atlantic Airways Aðalfundur hevur verið í Atlantic Airways í dag, og sum væntað er Bjarni Askham Bjarnason nýggjur nevndarformaður. Hann avloysir Christian Andreasen, sum mátti lata sessin frá sær eftir politiska rumblið, sum hevur verið kring felagið.

Hetta merkti eisini eitt farvæl til Eyðfinn Jacobsen, sum seinasta árið hevur verið nevndarumboðið hjá privatu partaeigarunum. Hann takkaði fyri seg í gjár, og í hansara stað er Kaj Johannesen valdur.

Hinir nevndarlimirnir eru Petur J. Eiriksson, Jens Wittrup Willumsen, Verna Rasmussen og Ingi S. Joensen. Hesi bæði seinastu nevndu eru starvsfólkaumboð.