Bjarni Djurholm: Vil gera samveldi við Danmark

SJÁLVSTÝRISMÁL: Nú er stund--in komin, har vit í sátt og semju normalisera og fáa trygg, lagalig og skila-góð viður-skifti Føroyar og Dan-markar millum. Løgmaður og forsætismálarráðharrin hava slóðað fyri møguleik-anum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður Fólkafloksins, sum skjýtur upp at vit gera eitt samveldi millum Føroyar og Danmark

? Vit eiga at fara burtur frá øsingini um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark ? og í staðin skipa eitt samveldi millum londini.
Tað heldur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, sum í grein í Sosialinum í dag mælir til, at vit við støði í yvirlýsingini millum løgmann og forsætisráðharran, sum skrivað varð, meðan Anders Fogh Rasmussen vitjaði í Føroyum ? og sum øll eru samd um, fáa viðurskiftini við danir í trygga legu.
? Tað er avgjørt neyðugt fyri føroyskan politikk, at vit fáa eina nýggja avtalu, sum einaferð med alla leggur avgerðirnar um støðu okkar a í ríkinum til løgtingið og føroyska veljaran. Eina avtalu, sum eisini forðar fyri konfrontatiónspolitikkinum, sigur hann.
Bjarni Djurholm sigur, at nú høvi býðst, eigur politiski myndugleikin tí skjótast at virka fyri eini skipan, sum fjøldin av føroyingunum tekur undir við. Hann skjýtur tí upp, at nýggj samveldisavtala við danir verður skipað.
Hann hugsar sær innihaldið í skipanini soleiðis:

1. Føroyska heimastýrið kann gera av, at øll málsøki, undantikin utt---an---ríkismál, verjumál, ríkisborgararættur og gjaldoyramál, kunnu yvirtakast sum føroysk sermál við teirri fylgju, at heimastýrið tekur uppá seg tær útreiðslur, ið fylgja við teimum.

2. Heimildirnar hjá Landsstýri og Løgtingi í uttanríkismálum verða víðkaðar til at umfata altjóða sáttmálagerðir viðvíkj-andi yvirtiknum málum og medavgerðarætti í øllum málum, sum viðvíkja Føroyum.

3.Tekur Føroya fólk avgerð um, at Føroyar verða sjálvstøðugar, koma málsøkini uttanríkismál, verjumál, ríkis-borg-ararættur og gjald-oyra-mál undir føroyskt máls-ræði.

4.Danska stjórnin boðar altjóða samfelagnum frá nýggja sáttmála-num.

Bjarni Djurholm staðfestir, at eftir yvirlýsingina frá løgmanni og forsætisráðharranum, so er semja um at venda sjálvstýrisprosessini á høvdið. Hann vísir á, at raðfylgjan í tilgongdini í ríkisrættarligu viðurskiftunum er ikki longur avgerandi fyri málsetningin. Hann vísir eisini á, at samantvinnanin av suvereniteti og skiftistíð er liðað sundur.
? Nú kann landsstýrið miðja eftir at gera ein sáttmála, har løgtingið einsamalt hevur heimild at taka yvir málsøki. Gjaldingin fyri hvørt málsøki sær verður at gjalda av landskassanum so hvørt, sum tikið verður yvir, sigur hann.
? Sostatt verður tað gjørligt at skipa ríkisrættarligu viðurskiftini eftir tí leisti, sum løgtingið og í síðsta enda veljarin metir at vera rætt. Ein lagalig og varlig skipan, har eingi óráð verða tikin. Har broytingarnar fara at taka ta tíð tær taka, sigur Bjarni Djurholm.

Tað er einki at ivast í, at hendan útmeldingin frá fólkaflokslandsstýrismanninum ikki fellir í góða jørð hjá Tjóðveldisflokkinum, sum hevur eina heilt aðra tulking av sjálvstýristilgongdini. Bæði Høgni Hoydal og Karsten Hansen hava seinastu tíðina sagt við útlendskar fjølmiðlar, at tað er væl hugsandi at Føroya loysa frá Danmark í komandi valskeiðið ? t. v. s. innan løgtingsvalið í 2006.
Bjarni Djurholm dylur ikki fyri, at hann hevur havt sjálvstýrisuppskotið hjá Javnaðarflokkinum í huga í hesum sambandi.
? Nú er stund--in komin, har vit í sátt og semju normalisera og fáa trygg, lagalig og skila-góð viður-skifti Føroyar og Dan-markar millum. Løgmaður og forsætismálarráðharrin hava slóðað fyri møguleik-anum, sigur Bjarni Djurholm.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking frá Tjóðveldisflokkinum og andstøðuni áðrenn blaðið fór til prentingar.