Undanførslur um at “so koma onnur eisini og vilja hava tað sama” Onnur fáa tað sama, eftir galdandi reglum, men fiskimenn fáa tað ikki, tað er trupulleikin.
Longu 28. apríl 2006, samtykti Føroya Løgting, við 27 atkvøðum fyri og ongari ímóti, at heita á landsstýrismannin í vinnumálum um at virka fyri, at funnin verður ein loysn upp á trupulleikarnar hjá fiskimonnum at fáa útgjald frá ALS, tá skip teirra liggur óvirkið.
Tá onki hendi í málinum var enn ein roynd gjørd av Kára P. Højgaard 28. november 2006, har Tjóðveldið tók fult undir við honum, í eini roynd at bøta um korini hjá fiskimonnum.
Landsstýrismaðurin fylgir ikki samtyktunum løgtingið hevur álagt honum, og er hetta fyrst og fremst ein rein vanvirðing av føroyskum fiskimonnum, harumframt er hetta ein háðan móti demokratiskum mannagongdum í landinum, har tað er Føroya Løgting sum ásetir hvat landsstýrið skal útføra í verki.
So niðurstøðan er greið, tað er politiski viljin frá landsstýrismanninum í vinnumálum, sum vantar í hesum málið, onki annað.