Ingolf S. Olsen
----
Ein teirra, ið ongantíð hevur hildið seg aftur at harta føroysku pressuna, tá hann heldur, at hon ikki ger sítt arbeiði til lítar ella fer um mørk, er Bjarni Djurholm, løgtingslimur og fyrrverandi landsstýrismaður í Vinnumálum.
Hann er formaður í Løgtingsins mentanarnevnd og var boðin við á NORA-ráðstevnuna í Keypmannahavn í gjár. Hann var eisini við í einum kjakpaneli, har kjakast varð um miðlapolitisku avbjóðingarnar í NORA-økinum.
Drúgvasta evnið á ráðstevnuni var arbeiðsviðurskiftini hjá miðlum og journalistum í smáum samfeløgum, har journalistar og keldur mala um beinini á hvør øðrum í gerandisdegnum, bæði í arbeiðstíð og í frítíðini. NORA-økini, Føroyar, Grønland, Ísland og norska strondin, nevnd Strandanoreg, eru slík øki.
Bæði gott og ilt
Bjarni Djurholm heldur tøttu sambondini millum journalistar og politisku keldurnar vera bæði av tí góða og tí illa.
- Tað er lættari at samskifta, og um tú kennir ein journalist væl, torir tú kanska betri at avdúka teg sjálvan og líta á, at tað ikki verður misnýtt. Vansin er kanska, at journalistarnir kenna seg ov nær og tískil leggja bond á seg sjálvar, sigur hann.
Formaðurin í mentanarnevndini heldur ikki, at trupulleikin við tøttum sambondum millum journalistar og valdshavarar er so stórur, sum hann varð gjørdur til á ráðstevnuni.
- Í øllum førum ikki í Føroyum. Sjálvandi er altíð okkurt at finast at í so máta, men tað er tað eisini í stórum londum. Vit hava nógv væl útbúgvið tíðindafólk, sum duga væl at skilja ímillum, hvat er hvat, og kenna markið millum vinalag og professionelt arbeiði. Tí eiga miðlarnir eisini at leggja seg eftir at brúka útbúgvin miðlafólk, sigur Bjarni Djurholm.
Sakligt og kritiskt
Útbúgving er vegurin fram fyri at fáa eina vælvirkandi, óhefta pressu, og her er enn nógv at heinta, heldur hann.
- Tíðindafólk definera ein veruleika, og tá er tað umráðandi, at tey bera røtt tíðindi, um tey – og pressan – skulu missa trúvirði. Holl útbúgving vil tryggja, at jounalistarnir hava neyðuga førningin at tryggja so væl undirbygdar sendingar og greinar, sum til ber, staðfestir Bjarni Djurholm og kann ikki bara sær at koma við einum priki:
- Tíðindafólk spjaldra seg sum fólksins vakthundur, men fleiri journalistar eru eftir øllum at døma ikki nøgdir við bara at vera á varðhaldi, men vilja eisini stýra, hvørjum veruleika teir skulu vera á varðhaldi fyri. Teir vilja definera, hvat er rætt og rímiligt, og tá haldi eg, at farið er um mark.
- Í miðlaverðini verður júkað so nógv, um at journalistarnir skulu gera kritiskan journalistikk, men eg sóknist eftir, at teir í eins stóran mun seta sær sum mál at gera sakligan journalistikk, sigur Bjarni Djurholm.