Suðuroyarsiglingin
? At Bjarni Djurholm nú fer at kanna um tað ber til hjá nýggju suðuroyarferjuni at leggja at á Gomlu Rætt, taki eg sum eina provokatión ímóti Suðuroyingum.
Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, er alt annað enn fegin um tað, sum Bjarni Djurholm førdi fram í Degi og Viku mánakvøldið um, at hann hevði biðið Landsverkfrøðingin kannað eftir um tað ber til hjá nýggja suðuroyarskipinum at brúka havnina á Gomlu Rætt heldur enn at sigla til Havnar, tí tað er so tongt í Havn.
? Hatta er ein provokatión, sigur Hergeir Nielsen.
Hann sigur, at suðuroyingar hava aldargomul rættindi til at sigla til Havnar og tey rættindi fara vit at halda fast við.
- Tí kann landsstýrismaðurin spara sær at kanna møguleikarnar á Gomlu rætt.
?Vit halda fast um rættin at sigla til Havnar.Tann rættin fara vit at halda fast um og tað skal bera til, sigur Hergeir Nielsen.
Eisini Henrik Old, formaður í vinnunevndini heldur, at hetta er so langt úti, at hann tímir illa at gera viðmerkingar til tað.
? Sjálvandi skulu suðuroyingar sigla á Havnina og alt annað er langt úti, sigur hann.
At tosa um at sigla suðuroyingar á Gomlurætt er ein provokatión, sigur Hergeir Nielsen