Komandi fíggjarlóg fyri árið 2000 skal ikki avspeglað nakað sum helst. Vit liva framvegis undir heimastýrislógini og koma at liva við henni, bæði áðrenn samráðingar við danir og nakað eftir fólkaatkvøðuna og skiftistíðina. So fullveldisfíggjarlógin er ikki klár fyrr enn alt hetta er avklárað, so einkult er tað. Her nytta ongar hvørvisjónir. Tí er ein varin fíggjarlóg uppá sítt pláss.
Takk fyri eitt gott arbeiði. Karsten Hansen, eitt avlop er altíð kærkomið.
Ein hvørvisjón hjá Bjarna kann ikki brúkast til nakað sum helst, uttan rumbul, og tá er alt sagt.
Dia Ellindsson
tjóðveldismaður
Runavík










