Bjarni Djurholm: Hvør undirskrivaði yvirtøkuna av partabrøvunum

Hvør hevur undirskrivað yvirtøkuna av partabrøvunum, spurdi Bjarni Djurholm í útvarpssending seinnapartin

Hvør hevur undirskrivað yvirtøkuna av partabrøvunum?

Hetta spurdi Bjarni Djurholm í sendingini hjá útvarpinum seinnapartin í dag.

- Kanningarnevndin hevur kannað, hvør hevur undirskrivað handilin við partabrøvunum, men hevur onki funnið.

Bjarni Djurholm er ein av teimum trimum føroysku eygleiðarunum, sum fylgdu við arbeiðinum hjá kanningarnevndini. Hini bæði vóru Helena Dam á Neystabø og Leivur Harryson, landsgrannskoðari.

Eygleiðararnir hava eisini givið sína frágreiðing saman við kanningarnevndini. Í henni stendur m. a., at tað eftir teirra uppfatan ikki er samanhangur millum partabrøvini í Føroya Banka og kreppuna í fíggjarvinnuni í Danmark.

Teir meta eisini, at tað ikki samanhangur millum yvirtøkuna av partabrøvunum og yvirtøkuna av undirgrundina.

Vit roknað við, at fáa eina viðmerking frá Bjarna Djurholm seinni í dag.