Bjarni Djurholm farin úr nevndini

Bjarni Djurholm ynskti ikki at halda fram í nevndini hjá B36

Bjarni Djurholm varð valdur inn í nevndina í fjør, men ynskti ikki at halda fram. Á aðalfundinum um vikuskiftið varð Jógvan Næs valdur í hansara stað. Nevndin er nú mannað við Sámali Ímundarsyni sum formanni, Hákuni Steingrímssyni sum næstformanni, Hans Debes er kassameistari, Jákup Mørk er skrivari og Jógvan Næs er nevndarlimur. Tiltaksmenn eru Símun Midjord og Magnus Hansen, skrivar heimasíðan hjá B36.
- Roknskapurin vísti, at tað gongur framá hjá felagnum eftir fellisárini, skrivar b36.fo.