Bjarni Djurholm: Bryggjaríini eiga ikki at klaga

?Ákæran hjá Einari Waag er púra burturvið, og hevði hann dugað mannagongdina í tílíkum málum, hevði hann eisini vitað, at teir eisini fara at verða hoyrdir, sigur Bjarni Djurholm í sambandi við, at Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, heldur Vinnumálastýrið taka grundarlagið undan føroyskum øli

Rúsdrekka

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, heldur, at Einar Waag í Sosialinum í gjár skjýtur við síðurnar av.
?Ákæran hjá Einari Waag er púra burturvið, og hann hevði hann dugað mannagongdina í tílíkum málum, hevði hann eisini vitað, at teir eisini fara at verða hoyrdir, sigur Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin er ikki samdur við Einari í hansara niðurstøðu, har hann heldur, at Vinnumálastýrið tekur ein stóran part av grundarlagnum undan føroyska ølinum.
Bjarni Djurholm vísir á, at mannagongdin í hesum málinum er tann, at málið er bítt millum tvey stýri, og hetta kemur sambært landsstýrismanninum javnan fyri.
?Bryggjaríini eiga ikki at klaga.Vit hava gjørt eitt tilmæli til broytingar á avgjøldunum, sum tekur hædd fyri tí samfelagsliga og tí heilsuliga. Málið er viðgjørt í samráð við Rúsdrekka- og Narkotikaráðið (nú avtikið, blðm.). Vit ynskja at fremja tann málsetning, sum er staðfestur í rúsdrekkalógini, sigur Bjarni Djurholm.
Rúsdrekkalógin hevur til endamáls at minka um nýtsluna á rúsdrekka í Føroyum. Ynski er harafturat um, at nýtslan skal vera av so veikum rúsdrekka sum gjørligt. Tað er eitt stig á hesari leið, ið Vinnumálastýrið nú ætlar at taka.
Bjarni Djurholm ynskir at undirstrika, at enn hevur hann bert undirskrivað eitt tilmæli og einki annað. Sjálvur ynskir hann, at taka øll stig í smáum, og tað hevur størstan týdning, at vit hava tamarhald á nýtsluni.
Málið liggur nú hjá Fíggjarmálastýrinum, sum sambært Bjarni Djurholm ikki hevur raðfest hetta málið serliga frammanliga, og bíðað hevur verið eftir teimum í longri tíð.
Hann heldur tó ikki, at føroysku bryggjaríini hava nakað at vera bangin fyri, tí tey vera mestur eisini hoyrd, tá ið málið fer til hoyringar.
Bjarni Djurholm sigur, at tann enn vætnar viðgerð av problematikkinum, og hann vónar, at eitt kjak um hesi viðurskifti kann gerast veruleiki.