Bjarne Pedersen er í ensku Speedway finaluni

Tað var tann fyrsta Craven Shield-finalan, ið varð koyrd móti Swindon og Coventry.

Danski landsliðskoyrarin fekk 12 stig í fýra heat-um, og hetta var meginparturin av stigunum hjá heimaliðnum. Men tað varð hóast alt Coventry, ið vann dystin. Endaliga støðan varð Coventry 40, Poole 35 og Swindon 33.

Hósdagin verður onnur finala koyrd í Swindon, meðan Coventry hevur fyrimun á heimavølli í triðju og síðstu finaluni fríggjadagin.