Bjarma Paturson Niclasen

Sunnudagin 9. desember andaðist Bjarma Niclasen á Velbastað, 77 ára gomul. Jarðarferðin var úr Kirkjubøar kirkju hósdagin 13. desember.

Bjarma varð fødd 18. september 1930 á Tvøroyri.Hon var elsta í barnaflokkinum hjá Ragnhild og Petur Mohr Dam á Tvøroyri, vóru 5 í tali, umframt Bjarmu - Atli, Finngerð, Signar og Bergur.

Í hjúnalagnum hjá Bjarmu og Dánjali eru døturnar Ragnhild, Anna og Óluva.


Bjarma tók læraraprógv á N. Zahles Seminarium í 1953 og var lærari á Tvøroyri 1954-55, í Vági 1955-57, Føroya Millum og Realskúla 1959-1962 og á Velbastað var hon lærari frá 1964 til hon fór úr starvi 1. august 1993.


Bjarma var av lyndi góðslig, hevði evnini at geva frá sær eina frálæru, sum næmingarnir høvdu størstu virðing fyri, hon var støðuføst og samstundis eitt sjáldsamt tolsemi.


At vera lærari og eisini at hava ábyrgdina av at vera matmóður á bóndagarði, kravdi sítt, men væl lá fyri hjá Bjarmu at skipa fyri, alt fall væl í lag.


Fylgið, ið sýndi Bjarmu síðsta heiðurin henda illfýsna desember seinnapart í Kirkjubøar kirkju, váttaði eisini, at ein virðismikil liður aftur var slitin burturúr, ein menniskja, ið hevur haft týdning í bygdasamfelagnum, sum hjúnafelagi, mamma og omma, stutt sagt ímyndin av hollum tryggleika.

jl.