Tølini siga søguna um, at aftur í dag var talan um trivaligan B36 sigur ímóti TB.
Fyrr í ár hevur B36 vunnið 4-0 á útivølli og 4-0 á heimavølli ímóti TB. Í dag var B36 í Trongisvági, og B36 er á veg norður aftur við Smyrli við 3-0 sigri eftir málleysan fyrra hálvleik.
B36 vann tíggju hornaspørk, meðan TB ikki vann nakað hornaspark, og tað var bara einaferð, at rættiligur spenningur var frammanfyri B36 málið, har Isak Jönsson var stinnur stýrimaður í verjuni, meðan tað fleiri ferðir vóru spentar støður í TB brotsteiginum.
Bjarki C. Nielsen man vera kandidatur at vera ársins spælari hjá B36. Burtursæð frá landsliðsmálverjanum Mattias H. Lamhauge er hann tann B36 spælarin, sum hevur verið mest á vøllinum í teimum 20 landskappingardystunum.
Í dag skoraði Bjarki tvey mál. Hann hevur í landskappingini í ár skorað átta mál og er næstbesti málskjúttin á liðnum.
Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki við Stórá í dag, hóast B36 aftur og aftur spældi seg í góðar støður og til upplagdar málmøguleikar.
Málleysi javnleikurin helt, inntil fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Bjarki C. Nielsen var málskjútti, og uppleggið átti vongverjin í høgru Símun Sólheim.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki var Bjarki C. Nielsen aftur málskjútti. Uppleggið átti álopsspælarin Valerijs Sabala. Og 12 minuttir undan leikloki var tað innskifti Lukas G. Giessing, sum staðfesti 3-0 sigurin. Hann hevði bara verið ein minutt á vøllinum, tá ið hann skoraði, og hetta var fyrsta málið hjá Lukas G. Giessing, síðani hann í summar varð partur av B36 hópiunum.
Trivaligi sigurin ber við sær, at B36 heldur tørn um triðja plássið og framvegis bjóðar HB av í kappingini um silvurplássið.
TB tapið ber við sær, at tvøramenn framvegis eru hóttir av niðurflyting. Í dag var tað eyðsýnt, hvussu stórur munur tað er á breiddini av liðunum hjá TB og B36. Meðan B36 skifti fleiri royndar spælarar inn, so vóru tað fimm heilt blaðungir spælarar, sum vórðu skiftir inn á TB liðið – Torkil Úlvur Jespersen Holm, Bartal Einarsson Petersen, Jóhan Renéson Thomsen, Jannik Dalfoss og Oddmar Nybo Jespersen.
Hetta eigur at boða frá, at tað er framtíð í fótbóltinum við Stórá. Takið er nú at sleppa undan at flyta niður.