Men nú síggi eg, at alt er vent á høvdi. Havi við stórum áhuga lisið framhaldssøguna hjá Líggjasi í Bø í bløðunum herfyri um sambandi millum FO. og DK. Har hann m.a. skrivar, at DK. slapp við at gjalda 1/3 í limagjaldi til NATO. Teirra gjald átti at vera 9 % av BNP, men sluppu teir við at gjalda 3% ístaðin - orsaka av Fo. (og Gr.) Hetta eru øgiligar upphæddir teir og vaskikonan á Vesturbrúgv hava spart, so um vit fáa ein lítlan part av hesi upphædd, er einki at siga til.
Eisini sóknast tú eftir onkrun øðrum at tosa um enn blokk og pengar. Tað haldi eg vera skilagott, og lat meg siga tað beinanvegin, at eg eri sera harmur um, at mítt frælsi verður skert. Havi, sum er, frælsið til at vera og gera sum eg vil í øllum kongaríkinum og enntá hava mínir eftirkomarar somu - ella betur- umstøður enn eg hevði at lesa v.m. í øðrum londum.
Fyri at koma aftur til búkilskuna hjá tær, so eru útlitini fyri, at hon batnar, vánalig, tí tað sær út til, at olja verður funnin við Føroyar, og tá fara helst nógvir pengar at streyma inn til okkara, uttan at vit arbeiða fyri teir. Tað krevur sterkar magar.










