Bjarki keypir og saltar skinn í Sandoynni

- Eg eri longu byrjaður at taka ímóti og salta seyðaskinn, sigur Bjarki Henriksen.

Heystið er komið, og fjøllini stunda til. Longu nú hava menn flett onkrar veðrar, ær og lomb, og í næstum verða skurðfjøllini gingin.

 

Í summar, tá roytingin var fyri, varð nógv gjørt burtur úr, at trupult fór at vera at sleppa av við ullina. Soleiðis verður tó ikki við skinnunum.

 

Á Sandi hevur Bjarki Henriksen í kvøld longu saltað tey fyrstu skinnini. Hetta eru veðra-og ærsskinn.

 

Hann tekur ímóti og saltar fyri Sp/f Oikos, sum hevur heimstað í Bø. Tað gjørdi hann eisini í fjør heyst, tá hann saltaði stívliga 1400 skinn.

 

- Peningur verður bert latin fyri lambsskinnini, men vit taka eisini ímóti og salta veðra-og ærsskinn, sigur hann.

 

Bjarki Henriksen vísir á, at djóralæknaeftirlit er við seyðinum, haðani skinnini eru, sum hann keypir og saltar fyri Sp/f Oikos.

 

Hvørt lambsskinn fær umleið trý pottamál við ídnaðarsalti, og veðra-og ærsskinnini fáa umleið fýra pottamál.

 

- Eins og í fjør er adressan fyri móttøku av skinnum Eystanvegur 19 á Sandi, leggur hann aftrat.