B36 skal í kvøld spæla seinna dystin í 3. undanumfarinum í UEFA Conference League móti HNK Rijeka úr Kroatia. Tað verður væntandi ein broyting frá seinast.
Hannes Agnarsson væntast ikki klárur í kvøld. Tí er líkt til, at tað verður Bjarki Nielsen, sum fær kjansin í hitanum í Rijeka. Andrias Eriksen og Benjamin Heinesen eru ikki við á ferðini vegna skaðar, meðan Erlendur Magnusson er givin og fluttur til Danmarkar í lestrarørindum.
- Allir í hópinum trúgva upp á at vit kunnu vinna, men tað merkir ikki at vit fara at leypa á við øllum frá byrjan. Skorar HNK Rijeka, so er uppgerðin avgjørd. Vit skulu ikki skora í fyrstu minuttunum. Eru vit á odda tá ein tími er farin, so tað gott, sigur Dan Brimsvík, venjari hjá B36, úr Kroatia og leggur afturat.
- Tað kemur at líkjast fyrra dystinum. Vit skulu betra um nøkur ting. Vit hava hugt eftir deyðbóltinum frá fyrra dystinum. Bæði til okkara og teirra innkøst eru vit ikki nóg góðir. Sum heild skulu deyðbóltarnir betrast. Vit hyggja eisini eftir hvussu vit kunnu fáa fleiri umstillingar. Vit kunnu ikki fara út og leggja trýst á í 90 minuttir í hitanum her, sigur Dan Brimsvík.
Hann sigur at umstøðurnar í Rijeka eru góðar. Undirlagið á vøllunum er gott, men at onkrir spælarar hava gliðið nakað illa. Leikvøllurin tekur um tíggju túsund áskoðarra og tað verður at eitt stað millum seks og níggju túsund til dystin í kvøld.
Dysturin millum HNK Rijeka og B36 verður í kvøld 19.15.