Tað gjørdist ungi sangarin Bjarki Hansen, ið vann Ársins sangara í Popp/Rokk bólkinum á Faroe Music Awards. Tað kunngjørdi Pætur Trónd Hansen, tá hann kunngjørdi vinnaran í Norðurlandahúsinum.
Bjarki Hansen hevur útgivið tvey løg farna árið, Tey myrku skýggj og Kennarin, og hava bæði verið nógv spæld í loftmiðlunum seinasta árið.
Í ár er fyrstu ferð, at Bjarki Hansen er tilnevndur til eina FMA-virðisløn. Umframt at vera tilnevndur til Ársins sangara, so var hann eisini millum tey tilnevndu í Ársins nýggja navn, ið Silvurdrongurin tó vann.
Hini sum vóru tilnevnd til virðislønina Ársins sangari vóru Eyðun Nolsøe, Ragnar Finsson, Janus Wiberg Mortensen og Jón Aldará.