Fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu, hevur nú sitið í borgarstjórastólinum í smáar tríggjar mánaðir.
- Hetta hava verið spennandi mánaðir. Tað hevur verið nógv at sett seg inn í, og sjálvt um tíðirnar eru sum tær eru, hevur tað verið ein positiv uppliving, sigur Gunvá við Keldu.
Hon sigur, at hon følir, at hon lærir nakað nýtt hvønn dag, og sjálvt um blussið ikki er skrúvað fult upp, so er gongd í nógvum, og nógv mál koma á borðið, sum støða skal takast til.
- So eg haldi, at teir tveir-tríggir fyrstu mánaðirnir í starvinum hava verið ógvuliga spennandi, sigur Gunvá við Keldu.
Hon er vorðin borgarstjóri í eini fíggjarliga trongari tíð, og omaná alt kom so, at Kósavirkið læt aftur. Hvat heldur Gunvá við Keldu, at tað hevur at siga fyri býin?
- At Kósavirkið ikki er opið hevur ógvuliga stóran týdning, bæði sálarliga fyri fólk og fíggjarliga fyri kommununa, og so leingi sum tað liggur stilt, er tað ein tung byrða fyri Klaksvík at bera. Og eg trúgvi, at vit fara ikki at uppliva dynamikkin í kommununi aftur, fyrr enn Kósavirkið letur upp aftur, sigur Gunvá við Keldu.
Hon sigur, at ringvirkningarnir, ið standast av Kósini, eru ógvuliga stórir, og tað er nakað, sum merkist, tá arbeiði ikki er á virkinum.
- Tú hevur fólk, sum hava mist sítt arbeiði, og tað hevur stóra ávirkan á ein lítlan bý sum Klaksvík, sigur Gunvá við Keldu.
Kósin ávirkar kommunukassan
Fíggjarliga hevur Kósin nógv at siga, ikki bara fyri tað fólkið, ið arbeiðir har, men eisini fyri kommunukassan.
- Vit hava merkt eina afturgongd í skattainntøkunum tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár. Afturgongdin fyri januar mánað var ikki so ógvuslig sum fyri februar, og tað er ikki altíð so lætt at meta um, hvussu inntøkurnar fyri hvønn mánaða verður, og ofta eru teir fyrstu báðir mánaðirnir heldur lakir. So tað tænir ongum endamáli at síggja for svart upp á støðuna, sigur Gunvá við Keldu.
Hon sigur, at hetta samstundis ger, at býráðið má síggja realistiskt upp á støðuna og hugsa um, hvat fáast kann fyri teir skattapengar, sum koma inn.
- Framrokningarnar fyri skattainntøkuna siga, at tað koma minst seks milliónir krónur færri inn í skatti í mun til fíggjarætlanina, og tí eru vit longu byrjað upp á arbeiðið at tillaga fíggjarætlanina. Tað krevur sjávlandi, at øll økini verða gingin ígjøgnum, fyri at finna út av, hvat vit kunnu skerja, og hvussu vit fáa fíggjarætlanina at hanga saman, sigur Gunvá við Keldu.
Hon sigur, at verður gongdin soleiðis, sum hon hevur verið í januar og februar, so verður undirskot á fíggjarlógini, og tess fyrri gripið verður inn fyri at tillaga fíggjarætlanina, tess betur.
Men letur Kósin upp aftur, so sum eisini verður arbeitt við, er støðan binanvegin ein onnur.
- Tað broytir støðuna ógvuliga nógv, men tað tekur sjálvandi sína tíð at fáa upparbeitt virkið aftur, men tað fer at hava stóra ávirkan, at Kósavirkið letur upp aftur, sigur Gunvá við Keldu.
Bíða eftir kommunureformi
Borgarstjórin í Klaksvík sigur, at tann fíggjarliga trongstøða, sum kommunan er í í løtuni, ikki gerst betri av, at tað herjar ein fíggjarkreppa um allan heim.
- Seinasti ársfjórðingur av 2008 sló botnin undan bæði virkjum og kommunum, og tí hava vit nýtt teir fyrstu mánaðirnar av 2009 at finna tað fíggjarliga fótsfestið, og tað hava vit nýtt nógva orku upp á. So eg rokni við, at hettar árið fer við at laga seg til tær fíggjarligu umstøðurnar, sum eru nú, sigur Gunvá við Keldu.
Samstundis sigur hon, at hetta er ein góð tíð, tí nú eru góðar stundir at leggja ætlanir nakað fram í tíðina, og hvussu summi øki kunnu røktast.
- Har hugsi eg serliga um eldraøkið, sum kanska ikki hevur verið so høgt raðfest, men tað kemst eisini av tí, at hetta økið ikki enn er lagt út á kommunurnar. Enn er tað eitt slag av býtisbarni, og har hava vit ætlanir um at gera eitt arbeiði soleiðis, at tá tíðirnar aftur gerast betri, eru klár at lofta endraøkinum, sigur Gunvá við Keldu.
Hon sigur, at býráðið nú fyrst bíðar eftir ætlaða kommunureforminum fyri at vita, um hann inniheldur nakra áseting um, at eldraøkið verður lagt út á kommunurnar at umsita.
Eisini tá tað kemur til eina møguliga kommunusamanlegging ætlar Klaksvíkar býráð at bíða eftir kommunureforminum.
- Nýggja býráðið hevur ikki viðgjørt spurningin um kommunusamanlegging, men eg haldi persónliga, at tað er av stórum týdningi, at tær smærru kommunurnar, sum skulu leggja saman við einari størri kommunu, eru avkláraðar sjálvar um tann spurningin, og eru við upp á eina samanlegging. Tí vænti eg ikki, at vit fara at gera tað stóra arbeiðið við at fáa aðrar kommunur upp í hjá okkum, sigur Gunvá við Keldu.
Hon sigur tó, at tað hevur týdning at hugsa um, hvussu kommunalu eindirnar fara at síggja út um nøkur ár, og tá er av týdningi at planleggja, hvussu tey kunnu skipa seg. Hvussu tey eru til reiðar at taka móti avbjóðingunum, verða eldraøkið og kanska eisini skúlaøkið lagt út á kommunurnar.
Útbyggja skúlaøkið
Langtíðar íløgurnar eru eitt sindur avmarkaðar soleingi fíggjarligu viðurskiftini eru sum tey eru.
- Tær íløgur, sum eru avsettar, fara allar til útbyggingina av Ósáskúlanum, sum er í gongd. Triðja byggistigið skal standea liðugt í 2011, so teir pengar, vit seta av til íløgur, far til skúlan í ár og í næsta ár, sigur Gunvá við Keldu.
Men so kemur eitt tíðarskeið, har býráðið skal finna fram til, hvat næsta stigið innan íløgur er.
- Har haldi eg tað vera rættiliga umráðandi, at vit nýta hesa tíðina, nú ikki so nógvir pengar eru til, at vit arbeiða effektivt við ætlanunum og hava nakað klárt, tá tíðirnar gerast betri. So spurningurin er, tá vit ikki eru bundin at íløgunum í Ósáskúlanum, hvat gera vit so næst, sigur Gunvá við Keldu.
Men komið verður ikki á mál á skúlaøkinum, tá skúlin við Ósánna er liðugt útbygdur.
- Skúlin á Ziskatrøð er dagførdur gjøgnum fleiri ár, men tað er ein gamal skúli, sum varð bygdur í 50-unum, so spurningurin er eisini, hvat vit vilja við honum. So eg vil ikki siga, at sjálvt um Ósáskúlin er útbygdur og nútímansgjørdur, so er nógv eftir á skúlaøkinum, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu.
Tunnilin skapar møguleikar
Norðoyatunnilin læt upp í apríl 2006, og norðoyingar eru flest samdir um, at hann hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri alt økið. Og tað heldur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu eisini.
- Eg haldi, at Norðoyatunnilin hevur alstóran týdning, eisini fyri okkum sum fólk. Tað hevur tikið nakað av tíð at vant okkum við, at vit ikki longur eru so avskorin, sum vit hava verið. Tað hevur tikið tíð at vant okkum við, at vit nú eru ein partur av miðøkinum. Tunnilin letur upp fyri ógvuliga nógvum, og tað er bara ein spurningur um, hvat vit vilja nýta hann til, sigur Gunvá við Keldu.
Hon metir tíðina, sum farin er, sum eitt slag av stabiliseringstíð. Tað hevur ikki staðið øllum greitt, hvussu umfatandi samstarvið kann verða.
- Men tunnilin letur eisini upp fyri møguleikunum fyri størri samstarvi millum kommunurnar í hesum økinum av landinum tvørtur um Leirvíksfjørð. Og sjálvt um tað í sambandi við kommunalu eindirnar stendur, at Norðoyggjar skulu verða ein eind, so bremsar tað ikki fyri samstarvi um mál, sum vit kundu verið felags um, sigur Gunvá við Keldu.
Borgarstjórin í Klaksvík sær fyri sær, at raksturin hjá kommununum fer at vaksa og vaksa soleiðis, at tað fer at verða tgrupult hjá kommununum at hava pengar til íløgur.
- Tí haldi eg tað verða umráðandi, at vit eisini yvir kommunumark gera nakrar felags íløgur, tí tað sigur seg sjálvt, at eitt land sum Føroyar ikki kann verða útbygt á øllum økjum í øllum kommunum, sigur Gunvá við Keldu.
Hon nevnir eisini Norðhavnina sum eitt stórt aktiv, har kommunan gjøgnum Norðoyatunnilin kundu selt seg.
Ikki so dapurt kortini
Nógv verður spátt og mett um, hvussu leingi hendan altjóða fíggjarkreppan fer at herja, og hvussu tað fer at ávirka búskapin í Føroyum.
- Fíggjarserfrøðingar eru ikki allir so samdir um, hvussu leingi kreppan fer at vara. Summir siga, at tað fer at taka hetta árið fram til summarfrítíðina, so fer at ganga upp aftur, aðrir spáa tað fer at varar í trý ár. Men eg trúgvi, at bjargskygni er hóast alt, og kanska hetta árið verður tungt og møguliga næsta ár eisini, men eg trúgvi, at so fer at bragda aftur, og vit kunnu útina nakrar av teimum ætlanunum, ið vit hava sum eitt nývalt býráð, sigur Gunvá við Keldu.
Hon sigur, at tað er kanska ikki so hugaligt at koma til sum nývalt býráð, tá allir pílar vísa niðureftir, men tað fer tó neyvan at halda fram.
- Vit hava til dømis ein miðbý, sum liggur, og vit skulu halda fram at útbyggja hann. Vit hava Norðhavnina, har vit skulu hava fleiri inntøkur, og vit hava eitt eldraøki, sum vit skulu hava raðfest, sigur borgarstjórin.
Og tað eru eisini glottar at hóma hóst alt.
- Fólkatalið kvinkar uppeftir. Vit hava fingið Svínoynna upp í kommununa, og tað positiva er, at vit hava pláss fyri nógvum fólkum, so hóast vit ikki eru vaksin serliga skjótt seinastu árini, so síggja vit ljóst upp á framtíðina, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.