Í Klaksvík var alt við tað gamla, tá Øssur Dalbúð tríggjar minuttir fyri tíð legði ÍF á odda 2-1. Gott samanspæl millum Clayton Soares og Nenad Saric endar við, at Øssur Dalbúð á brotsteigarmarkinum skjýtur bóltin millum beinini á verjuspælara og bólturin trillar í handara síðunet.
Kenslan er ikki nýggj. Í yvir hundrað dagar hevur KÍ ikki vunnið í landskappingini og tað koppar skeivan veg – hvørja ferð. Hinvegin, so hevur ÍF í ár megnað at koppa fleiri tøttum dystum til sín fyrimun. Tað hevur tryggja teimum eitt flott annað pláss.
Áskoðarar kenna søguna. KÍ tapur altíð á Summar Festivalinum. KÍ tapur altíð á Norðoyastevnu og tá okkurt er á vási í Klaksvík. Í so máta kundu tey flestu ikki verða bilsin av, at ÍF var á sigurskós.
Alt bendi á ein sigur til ÍF.
Páll bjargar KÍ
Dómarin legði fýra minuttir afturat og góða avrikið á degnum gav KÍ viðhaldsfólkunum eina vón. Á vøllinum stríðast allir í bláum fyri lívinum og teir fáa løn fyri stríðið.
Bólturin endar fyri føturnar á deilda toppskjúttanum í deildini, Pálli A. Klettskarð. Minst tveir mans í reyðum standa í vegin og verja fyri lívinum. Tað eru bara tveir minuttir eftir, men Páll A. Klettskarð leggur líka í.
Hann leggur bóltin til rættis, hyggur upp og meddar til. Frá tí fóturin hjá Pálli rakar bóltin er øllum greitt, at KÍ hevur javnað.
Við einum drønskotið sendir hann bóltin upp í handara málhorn. Øll KÍ viðhaldsfólkini í skýlinum sóu bóltin ferðast millum beinini á verjusælaranum og fara siglandi eftir síðunetinum.
Tað er ongin ivi um, at hetta málið hevur størri týdning fyri KÍ enn eina stigi, sum teir fáa á stigatalvuni.
Venjarar, hjálparfólk, viðhaldsfólk og spælarar fegnaðust sum vunnu teir dystin. Tað er ikki heilt burturvið at siga so, tí skotið hjá Pálli Andrasson Klettskarð kann verða startskotið til bjargingina hjá KÍ, sum í stuttum snýr seg um at yvirliva í deildini og bjarga æruni.
Málini
ÍF kemur á odda tíðliga í seinna hálvleiki, tá Ari Ó. Ellingsgaard royndir seg við skoti útifrá. Meinhardt Joensen hálvbjargar og Fritleif Í Lambanum er fyrstur á returin og skorar bara sítt triðja mál í 179 dystm í bestu deildini.
Eitt korter inn í seinna hálvleik javnar Álvur F. Christiansen, tá hann fær fatur á einum leysum bólti inni brotsteiginum. Hegnisliga sleppur hann til skot og javnar.
Síðani koma málini hjá Øssuri Dalbúð og Pálli A. Klettskarð til ávíkavist 1-2 og 2-2.
Kundi verið 4-4
KÍ hevur í fleiri førum spælt spennandi og ferðmiklar dystir við nógvum málmøguleikum. Tað sóu vit millum annað í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini móti EB/Streymi og í fleiri øðrum dystum. ÍF smæðist heldur ikki at spæla við í málríkum dystum.
Tað eyðkendi eisini dystin í Klaksvík, sum var spældur frammanfyri nógvum áskoðarum í góðum verðri.
Longu í fyrstu minuttinum hevði KÍ fyrsta stóra møguleikan, meðan ÍF vóru skjótir at svara aftur í hinum endanum. Tað var næstan so, at tá annað liðið hevði ein málmøguleika, so svaraði hitt aftur í álopinum eftir.
Tað komu fýra mál í dystinum, men tað kundi tað sama verið 4-4.
KÍ vent gongdini?
So er spurningurin um KÍ hevur vent gongdini?
- Eg veit ikki um vit hava vent gongdini, men vit kunnu taka nógv við okkum hesum dystinum, sigur Páll A. Klettskarð, KÍ.
Fyri fuglfirðingar er spurningurin um lítla vónin um FM heitið er farin?
- Um HB vinnur í morgin, so eru tólv stig á muni. Tað er ov nógv, staðfestur Øssur Dalbúð, ÍF.
trondur@sosialurin.fo
Stubbi 1:
Fritleif á ókendum leiðum
Tað var óvanliga stór frøði á ÍF spælarunum , tá Fritleif Í Lambanum legði ÍF á odda. Hann hevur bara skotið trý mál í bestu deildini í 179 dystinum. Tað var helst orsøkin til bilsnu og ovurhondfegnum liðfelagirnar.
Fakta:
KÍ - ÍF 2-2 (0-0)
0-1: Fritleif í Lambanum, 47.
1-1: Álvur F. Christiansen, 60.
1-2: Øssur Dalbúð, 86.
2-2: Páll A. Klettskarð, 92.
KÍ: (4-3-3)
Meinhardt Joensen
Sørmundur Á. Kalsø, Jógvan Isaksen(G)
Johan Jacobsen, Heðin á Lakjuni
Atli Danielsen, Ivan Joensen
(Kristoffur Jakobsen, 90)
Heðin Klakstein
(Henry Heinesen, 78)
Álvur Christiansen, Hjallgrím Elttør
(Gunnar Christiansen, 85)
Páll A. Klettskarð
Á bonkinum:
Oddmar Marsten, Fríði Sigurðsson
ÍF: (4-4-2)
Jákup Mikkelsen
Høgni Zachariassen, Heri Nesá
Leivur Joensen, Jan Ellingsgaard
Fritleif í Lambanum, Bogi R. Petersen
(Hanus Thorleifsson, 81)
Ari Ellingsgaard, Nenad Saric –
(Dánjal á Lakjuni, 65)
Clayton Soares, Øssur Dalbúð
Á bonkinum:
Áki Petersen, Poul N. Poulsen og Hallgrím G. Hansen