Bjarging
Tað eru 10 bjargingarfeløg kring landið. Hesi bjargingarfeløg eru savnaði í eitt landsfelag, sum kallast fyri LSB. Bjargingarfeløgini í Føroyum fáa umvegis stýri játtan á fíggjarlógini. Játtanin hevur verið umleið 18.000 fyri hvørt felagið, men alskurin til bjargingarfeløgini er eftir øllum at døma voksin, tá ið játtanin í ár liggur um 30.000 fyri hvørt bjargingarfelag. Ein forkláring uppá øktu játtinina kundi eisini verið, at landsins myndugleikar hava skipað eina sokallaða tilbúgvingarætlan, sum eisini skal setast í samband við vaksandi oljuvinnuna í Føroyum.
Bjargingar feløgini í Havn, Vágunum og Suðuroyar norðara bjargingarfelag fingu týsdagin hvør sín bil til útgerð og annað. Talan er um Mercedez 911 bilar, sum eftir hvat skilst hava verið rættiliga væl umtóktir í seksti- og sjeytiárunum.
Tað er í veruleikanum rætt at siga, at tey fingu bilarnar, hóast tey hvør í sær máttu lata 35.000 kr. fyri hesar. Bilarnar hava fyri so vítt eitt nógv hægri virði enn hetta, og teir eru eisini nýgjørdir fyri munandi meira enn 35.000. Tað Beredskabs Korpset, sum hevur selt føroysku feløgunum bilarnar. Bilarnarnir eru millum 32 og 34 ára gamlir...
Tilbúgving
Ætlanin er, at bilarnir skulu nýtast í sambandi við tilbúgving. Tað vera ikki hesir bilarnir, sum fara at rykkja út við tí rúkandi ferð, tá ið tað mestir verður trupult at ota seg upp um teir 60 kilometrarnar um tíman.
-Ætlanin er at hava útgerð í bilinum, soleiðis at vit eru betri førir fyri at fara út, sigur Tórhallur Simonsen, formaður í Vága bjargingarfelag.
Vága Bjargingarfelag hevur eitt limatal áljóðandi einar 330 limir, og hetta má sigast at vera eitt rættiligur fittur biti av vágafólki. Støðan hjá Vága bjargingarfelag hevur higartil verið, at einasta akfarið teir hava kunna nýtt til flutning hevur verið ein viðfestisvognur. Hetta er ikki nøkur góð loysn í longdini, so Tórhallur fegnast um, at teir hava fingið henda nýggja bilin. Hann væntar ikki, at aldurin verður nakað trupulleiki.
Eisini Rógvi Finnsson Johansen, samskipari av tilbúgvingarætlanini, fegnast yvir, at tað hevur eydnast at fingið bilarnar til landið, og fyri ein so høgligan prís. Hann greiðir frá, at hóast bilarnir eru í tí eldra endanum, so hava teir koyrt ógvuliga lítið. Somuleiðis vísir hann á, at bilarnir hava allir tann bláa tríkantin settan á bilin, og hetta er tann altjóða viðurkenda frámerki fyri bjarging.
Jens Hansen, sum er formaður fyri bæði Havnar bjargingarfelag og LSB, heldur, at teir í Havn hava mist líka stóran á hesum bilunum sum aðrastaðni. Hann vísir á, at teir í sambandi við tunnililin millum Kollafjørð og Kaldbak skulu vera við í einari tilbúgvingarætlan. Hóast teir í løtuni ikki hava teir nógvu limirnar, so væntar teir, at fleiri fara at leggjast afturat.










