Bjargingin hjá Eliasi ógvuliga týdningarmikil

Víkinga venjarin ásannar, at tað var ikki fyrrenn, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, at tað kendist,at hansara menn fingu fatur á rætta endanum

Teir hava í kvøld hoppað, og teir hava sungið í fagnaði yvir, at tað eydnaðist at vinna 4-1 í Kosovo í kvøld, og at Víkingur við 6-2 samantaldum sigri hevur tryggjað sær pláss í næsta innleiðandi umfarinum, har mótstøðuliðið er íslendska meistaraliðið, FH, sum hevur føroyska landsliðsmálverjan Gunnar Nielsen millum stólparnar.

 

At hetta var dagurin hjá Víkingi, og at talan var um øgiliga stórt vónbrot í heimaleguni hjá Trepca89 sást á øllum brøgdum. Tá ið Sølvi Vatnhamar stutt eftir steðgin økti til 3-0 við framúr skoti av brotsteigarmarkinum – bólturin tók tvørtræið úti við samankomingina, áðrenn hann fór í málið – reistu nógvir áskoðarar seg og riggaðu til at fara til hús.

 

Og tá ið Sølvi Vatnhamar eftir fínt samanspæl við Adeshina Lawal økti til 4-0, var tað bíðirøð at sleppa av stadion. Trepca89 varð roknað at vera favorittur, men tað løgdu víkingarnir lítið í.

 

Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze fegnast saman við sínum monnum um glæsiliga úrslitið. Tá ið hann spolar aftur, so ásannar hann, at fyrri parturin av fyrra hálvleiki var ógvuliga tungur:

-Elias Rasmussen hevði miðskeiðis í fyrra hálvleiki meistarliga bjarging. At hann megnaði hetta vísti seg at vera lyklastøða. Um teir høvdu skorað, so hevði tað gingið fyri seg eftir teirra treytum, tí so hevði samantalda støðan verið 2-2, og teir høvdu átt avgerandi útivallarmálið. Vit fótaðu okkum, og tá ið Atli Gregersen lá skaddur eina løtu, høvdu vit møguleika at ressast, og so gekk tað alt meiri fyri seg eftir okkara treytum. Ikki minst tá ið vit undan steðginum skoraðu tvey mál.

 

Og í seinna hálvleiki?

-Sølvi Vatnhamar skoraði tvey framúr mál, og harvið sá tað ógvuliga ljóst út hjá okkum. Men eg var ikki púra vísur, fyrrenn dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

Nú snýr tað seg um FH og ferðina til Íslands?

-Vit fara at fyrireika okkum væl. Hesin túrurin hevur lagt lunnar undir fyrireikingina til næsta umfar. Eg rokni við, at vit fara til Íslands sunnudagin, og so spæla vit mikudagin. Ta avbjóðingina fara vit at fokusera á, nú tá ið vit í kvøld hava fegnast um framúr avrikið her í Kosovo, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze.