Nú skulu bjargingarliðini og sløkkiliðini kring landið, leggjast saman í størri eindir. Tað ætlar landsstýrið og tað fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður á økinum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um í næstum.
Men samstundis leggur hann dent á, at endamálið er ikki at niðurleggja lokalar sløkkiliðsstøðir.
Landsstýrismaðurin sigur, at hesi seinastu árini hava tveir tilburðir verið, sum vísa, hvussu stóran týdning tað hevur, at tilbúgvingin kring landið verður samskipað betur. Annar tilburðurin var eldsbrunin á Varðanum Pelagic á Tvøroyri og hin tilburðurin koronafarsóttin.
– Í samband við eitt aðalorðaskifti um tilbúgving á Løgtingi á heysti 2018 varð staðfest, at tað er sera ymiskt, hvussu kommunurnar í Føroyum eru fyri, bæði tá tað kemur til tað fakliga støðið, og tá ið talan er um útgerð, sigur Jacob Vestergaard.
Í sama aðalorðaskifti róði táverand landsstýrismaður fram undir at leggja kommunalu tilbúgvingina saman í størri tilbúgvingarøki fyri at lyfta tað fakliga støðið. Endamálið við tí er, at gera tað lættari hjá kommunalu tilbúgvingini at gagnnýta verandi førleikar og útgerð í tilbúgvingarøkinum.
Endamálið er eisini at skipa kommunalu tilbúgvingina í størri eindir fyri at styrkja um leiðslu og tann umsitingarliga partin av tilbúgvingini.
Jacob Vestergaard vísir á, at royndir úr Danmark hava víst, at tá ið talið á teimum kommunalu tilbúgvingunum varð skert úr 87, niður í 24, banaði støðan samstarvið ímillum kommunurnar og landsmyndugleikarnar er styrkt.
– Haraftrat hevur tað víst seg, at tað ímillum kommunalu tilbúgvingarnar er eitt betri samstarv og eitt størri forstáilsi fyri felags avbjóðingum í mun til eina felags yvirskipaða váðamynd.
Vit hava meiri um eina løtu











