Bjargingarlið koma skjótari fram

Nú hevur løgreglan fingið nýggja telefonskipan at senda boð kring landið. Gamla skipanin er 13 ára gomul og var mett at vera ótíðarhóskandi. – Bjargingarfólk hava nógv størri møguleika at koma skjótari fram, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur

»Hetta er ein roynd frá alarmsentralinum til sløkkiliðið á Skálafjørðinum í samband við, at útkallingarskipanin verður tikin í nýtslu í dag. Trýst 1, um tú hevði kunnað møtt. Trýst 2, um tú ikki hevði kunnað møtt. Fyri endurtøku av boðunum, trýst 3.«

Soleiðis vóru boðini til sløkkiliðið á Skálafjørðinum klokkan gott 10 í morgun, og ein minutt seinni høvdu 14 sløkkiliðsfólk boðað frá, at tey kundu møta at sløkkja eld, og ein hevði boðað frá, at hann ikki kundi møta. Fimm høvdu ikki svarað boðunum.

Hetta er støðan í dag. Alarmsentralurin veit beinanvegin, hvussu nógv sløkkiliðsfólk kunnu møta til eina støðu, og kann beinanvegin tilkalla fleiri, um ikki nóg nógv svara, at tey vilja møta.

Men seinastu 13 árini hevur løgreglan brúkt somu telefonskipan at senda boð um vanlukkur til ymisku bjargingarliðini kring landið. Í 1997 var skipanin nýskapandi, men í dag er hon ótíðarhóskandi og ov óstøðug.

Tað var millum annað soleiðis, at liðini bert skuldu vátta fyri, at tey høvdu móttikið boðini, men ongin visti, hvussu nógv kundu møta, fyrr enn fólk vóru á staðnum. Harumframt kundi gamla skipanin bert senda til átta fólk, og mátti bíða til øll boðini vóru farin, áðrenn tað bar til at senda til fleiri.

Hetta er nú broytt, tí nýggja skipanin, sum er keypt fyri einar 100.000 krónur, kann senda til ein nærum óavmarkað tal av fólki, og kann senda fleiri ymisk boð í senn.

Men hvat merkir tað fyri okkum, sum koma í neyð?

– Bjargingarfólk hava nógv størri møguleika at koma skjótari fram, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur


Gjøgnum internetið

Tað er internetið, sum verður nýtt til nýggju skipanina, og signalið verður sent til ein servara í Noregi, sum sendir boðini víðari til bjargingarliðini í Føroyum.

Men fer internetið, so koma boðini framvegis fram.

– Eg hevði mín iva, tá eg las um skipanina, tí vit vita, at internetið kann svíkja, men her eru bæði reim og seðlar nýtt. Skuldi tað verið galið, so kann operatiørurin á alarmsentralinum ringja til eitt ávíst nummar í Noregi, og tosaði boðini inn har, og so koma boðini út á sama hátt, sigur Jón Klein Olsen.

Og er støðan soleiðis, at tað heldur ikki virkar, so hevur alarmsentralurin møguleika at ringja upp á vanligan hátt.


Riggar væl

Sambært løgregluni er hendan skipanin nú kannað so mikið, at tað kann staðfestast, at hon riggar væl.

– Vit hava roynt at senda eina test til brandfólkini í Miðvági og Sandavági, uttan at teir vistu, hvussu skipanin riggaði. Men longu eftir einum minutti høvdu 12 kvitterað uppá, at teir kundu koma og fýra at teir ikki kundu koma, so tað vísir bara, at fartelefonin riggar væl til hetta, og at skipanin er einfald at brúka, greiðir Jón Klein Olsen frá.

Hann staðfestir somuleiðis, at bjargingin kann koma skjótari fram.

– Borgarin kemur ikki at merkja meira enn tað, at tryggleikin er størri. At mann veit tað, at tá boð fara til alarmsentralin, so er nógv effektivari tøkni at boðini koma út. Og tá vit tosa um eld til dømis, so hava minuttir og sekund nógv at siga, staðfestir varapolitiinspektørurin.