Sjálvsognargrunnurin, ið eigur M/S Thorshavn, heitir nú á fólk á Tvøroyri um at seta pengar í, so skuldin í skipinum fæst burtur.
Tað er greitt eftir aðalfundin í felagnum í gjárkvøldi. Aðalfundurin skuldi taka støðu til, um søguliga skipinum skuldi vera lív lagað á Tvøroyri, ella M/S Thorshavn skal á setast á sølulista.
- M/S Torshavn varð keypt fyri hálva millión krónur, og tað er hetta lánið, ið nú hóttir tilverugrundarlagið hjá søguliga skipinum, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í sjálvsognargrunninum M/S Thorshavn.
Aðalfundurin samtykti at fara út at tekna ognarbrøv í skipinum, í fyrsta umfari millum tvørafólk.
MS Thorshavn varð smíðað í Danmark í 1940, og kom til Føroya eftir kríggið. Ríkisumboðið átti skipið, líka til 1. apríl í fjør, tá ein sjálvsognargrunnur á Tvøroyri keypti skipið, ið eftir ætlan skal brúkast til útferðir og ferðavinnu annars.