Bjargingarfeløgini kring landið leggja nú arbeiðið niður. Tað staðfestir Regin Jespersen, formaður í Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløgini, LFB. Samstundis verða bjargingarbátarnir, Lív, Sverri og Vón, lagdir.
Hetta hevur nevndin í LFB nú einmælt samtykt.
Orsøkin er, at ógreiða hevur tikið seg upp um tryggingarviðurskiftini hjá teimum sjálvbognu bjargingarfólkunum, sum eru við í leiting og bjarging, bæði á sjógvi og landi.
- Nevndin metir tað ikki vera forsvarligt at senda sjálvboðin fólk út undir verandi umstøðum, sigur Regin Jespersen.
Í LBF harmast tey um støðuna, men tey halda at trygdin hjá bjargingarfólkinum eigur at verða sett í fremstu røð.
- Vit skula tó gera vart við, at stendur um lív, so fara vit sjálvandi út, sigur Regin Jespersen.
Leygardagin segði Jens Hansen, sum varðar av Rescue Lív, við KvF, at hjá teimum snaraði ein knæið úr lið, men viðkomandi fekk ikki endurgjald, hóast viðkomandi mátti sjúkrameldast í seks vikur. Niðurstøðan hjá vanlukkutryggingarráðnum var, at talan var ikki um ein uttan ífrákomandi skaða, men at knæðið varð snarað úr lið.
Og nú hava feløgini so lagt arbeiðið niður, til tryggingarviðurskiftini eru púra greið og til tey fáa vissu fyri, hvussu tey eru tryggjað.










