Bjargingarfelagið hevur sett seg sjálvt uttanfyri

Bjargingarfelagið er ikki koyrt á dyr. Og tað verður heldur ikki koyrt á dyr. Men endar tað á kortini á gøtuni, er tað einans tí, at tað hevur sett seg sjálvt uttanfyri, sigur Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn

­ Ber tað ikki til at vera í stovu saman er tað spell.

­ Men endar Bjargingarfelagið á gøtuni, er tað ikki tí at tað er tveitt á dyr. So er tað tí, at tað hevur sett seg sjálvt uttanfyri.

Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn, skilir púra einki av, hvat Bjargingarfelagið í Havn, og Bátafelagið eru blivin óklár um.

­ Men endar tað við, at hetta sama klandri, sum føroyingar eru heimsmeistarar í, fer at beina fyri einum samstarvið ímillum tvey feløg, sum hava allar fortreytir fyri at arbeiða saman, er tað spell, og tað fáa vit onki gjørt við.

Vit hava biðið Borgarstjóran í Havn um viðmerkingar til hvøssu atfinningarnar í Sosialinum í gjár frá Guttormi Eysturoy, sum er formaður í Havnar Bjargingarfelag.

Guttormur greiddi frá, at Bjargingarfelagið nú kennur seg trokað úr húsinum, tað hevur havt í 20 ár av tí, at nú skal tað nýstovnaða Bátafelagið í Havn eisini vera í húsinum.

Bátafelagið og Bjargingarfelagið kunnu ikki semjast um, hvussu húsið skal býtast ímillum bæði feløgini.

Bjargingarfelagið heldur til í erva, men har vil Bátafelagið eisini vera, tí tað sigur, at kjallarin er ov lágur til at vera felagshøli.

­ Men hóast hann er lágur, er hann kortini væl hóskandi til at goyma útgerðina hjá Bjargingarfelagnumí og so kann ovara hæddin verða felags uppihaldshøli hjá báðum feløgunum

Hesum tekur Býráðið undir við.

Og tað er fallið Bjargingarfelagnum so illa fyri bróstið, at tey føla seg trokaðan úr húsinum og hava tí higartil ikki viljað undirskrivað brúkssáttmálan við Bátafelagið um húsið.

Men boðini úr Býráðnum eru ikki til at misskilja: Antin skrivar Bjargingarfelagið undir brúkssáttmálan, annars verður hann gjørdur við Bátafelagið einsamælt, og so fær tað burturav brúksrætt til húsið.


Alt var í lagi

Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn, heldur, at støðan hjá Bjargingarfelagnum er so stívrend og løgin, at hann skilir onki av tí.

­ Vit høvdu fund ímillum Bátafelagið, Bjargingarfelagið og Býráðið, og tá var semja um tað, sum nú verður gjørt.

­Partarnir vóru so samdir, at eg minnist, at eg fór av fundinum við orðunum um, at nú var ikki brúk fyri mær meiri í hesum máli, sigur Leivur Hansen.

­ Aftaná er tað so komið fram, at formaðurin í Bjargingarfelagnum ikki hevði ?baklandið³ í ordan og at Bjargingarfelagið ikki vil standa við avtaluna, sum formaður teirra gjørdi, tí tey halda, at hetta er fyrsta stig í eini royndt at troka teir úr húsinum.

­ Tað er ógvuliga harmiligt, men tað er teirra trupulleiki, leggur hann afturat.

Býráðsformaðurin í Havn sigur, at Býráðið er samt um at halda fast við, at hesi bæði feløgini eiga at kunna samstarva.

­ Tað heldur Bátafelagið eisini og tí má Bjargingarfelagið kunnað laga seg til. Og fyri at tryggja, at hvørki Bjargingarfelagið, ella Bátafelagið verða trokað úr húsinum, hava vit gørt ein brúkssáttmála, sum bæði feløgini, og Býráðið, skulu halda seg til.

Leivur Hansen sigur, at Byráðið heldur, tað skal bera til hjá hesum báðum feløgunum at samstarva.

­ Bjargingarfelagið má skilja, at tað er brúk fyri hølunum, tí hatta er einasta høli, vit hava, sum kunnu brúkast til Bátafelagið. ­ Bjargingarfelagið hevur næstan bara brúk fyri goymsluhøli, tí felagslív er at kalla onki.

­ Tí má tað bera til at samstarva við Bátafelagið. ­ Tað er bara ein spurningur vilja, heldur Leivur Hansen.


Bert prát

Leivur Hansen skilir onki av, at Bjargingarfelagið brúka ætlaðu tilbúgvingarætlanina sum grundgeving fyri at at felagið má hava ta ovaru hæddina.

­ Tilbúgvingarætlanina hevur verið prátað um í nógv ár, men tað verður ikki til annað enn prát.

Hann leggur afturat, at Býráðið hevur ongi onnur høli at vísa Bjargingarfelagnum á, tí onki onnur høli eru.

­ Vit hava ongan áhuga í at Bjargingarfelagið fer fyri bakka, og vit ætla okkunm heldur ikki at skumpa tað útav. Tað einasta, vit biðja um, er eitt lítið sindur av vælvilja, sigur Leivur Hansen.