- Tað er ikki lætt at halda huginum uppi, tá iðð umstøðurnar ikki longur eru nøktandi og ongi útlit eru til, at tað fer at broytast.
Tað siga tey í Norðoya Bjargingarfelag.
Nú kommunuval stendur fyri durum, brúka tey høvið til at minna á, hvussu vánaligar umstøður tey í Norðoya Bjargingarfelag hava at húsast undir.
Talan er um eitt áhugafelag, har nógv fólk eru virkin í felagnum og øll arbeiðsmegin er 100 prosent sjálvboðin.
Men felagið húsast ymsastaðni í býnum.
- Bilarnir og ein skjóttgangandi bátur, umframt ymisk útgerð, eru á gomlu brandstøðini, har sjónleikarafelagið og hornorkestrið eisini halda til. Skrivstovan hjá felagnum er í gomlu havnaskrivstovuni, í sama bygningi sum parlamentið.
Annars eigur felagið nógva útgerð, sum fyllir nógv, so í løtuni hevur felagið eisini eina bingju.
-Øll hendan leysa útgerð á brandstøðini og í bingjuni, er til bjarging og stormskaðar, siga tey.
Men tey vísa eisini á, at tað liggur nógv arbeiði í einum slíkum felag.
- Vit hava rokningar at gjalda, bátar og bilar at røkja, útgerð at halda, og annað mangt. Hetta krevur nógva tíð og viðhvørt er tað lættari sagt enn gjørt.
- Alt kostar í dag og tað er ikki lætt at reka eitt so stórt felag uttan stóra, fasta inntøku.
Tey eru takksom fyri stuðulin, tey fáa, eisini frá Kommununi, sum hevur stuðlað væl.
Men tey vilja ógvuliga fegin kunna savna alt virksemi á einum stað.
- Tað hevði lætt munandi um hjá okkum, spart okkum nógva tíð, hevði givið betri umstøður til at hýst allari útgerðini, og hevði givið okkum betri møguleikar at halda útgerðina, siga tey.
Tey siga, at tey hava umrøtt málið við kommununa, eisini skrivliga, har tey hava søkt um at fáa ein ávísan bygning
- Vit hava fingið munnligt svar, at vit helst ikki kunnu brúka tann bygningin, tí tað eru ymsar ætlanir við honum. Skrivligt svar hava vit enn ikki fingið, so málið er helst ikki viðgjørt.
- Hetta ynskið er ikki nýtt, tí vit hava fleiri ferðir spurt okkum fyri um ymsar bygningar og grundøki, men hava ongantíð fingið nakað ítøkiligt lyfti.
- Vit hava ikki sett ynski fram um fígging frá kommununi, men um ein bygning ella eitt grundøki.
- Spurningin um, hvør skal fíggja hendan partin eru vit ikki komin til enn, tí vit fáa ikki farið víðari, fyrr enn vit vita, hvat vit kunnu fara í holt við, nýbygging ella umbygging.
Tey siga, at tey, sum eru í Norðoya Bjargingarfelag ynskja, og sum av álvara leggja nógv fyri, tá ið á stendur, vilja, at tey kunnu føla seg trygg við, at umstøðurnar rundan um felagið, eru í lagi.
- Tað er ikki bara sum at siga tað, at fara út í illveðri at negla takplátur, fáa skip aftur til kai, eftir at hesi hava slitið, ella at fara at leita eftir ella hjálpa fólki, ið eru komin illa fyri.
- Vit gera hetta sjálvboðið og av fullum huga. Men tað er ikki lætt at halda huginum uppi, tá umstøðurnar ikki longur eru nøktandi og ongi útlit eru til, at tað fer at broytast, siga tey í Norðoya Bjargingarfelag.